Væleydnað aliráðstevna

06. mars. 2017 | Tíðindi | Havbúnaður

325 fólk luttóku á aliráðstevnuni 2017, sum varð hildin fríggjadagin 3. mars á Hotel Føroyum. Á Aliráðstevnuni verður gjørt status yvir gongdina í farna ári, og framløgur eru um ymisk viðkomandi evni fyri føroyskan havbúnað.

Ragnar Nystøyl frá Kontali analyse og Rúni Dam frá Avrik høvdu hvør sína framløgu um ávíkavist búskaparligu og lívfrøðiligu gongdina í havbúnaðinum. Greitt varð m.a. frá orsøkini til høga laksaprísin í fjør, sum var eitt minkandi útboð á heimsmarknaðinum. Roknað verður við einum avmarkaðum vøkstri í útboðnum í 2017.

Kjell Bjordal, ið hevur drúgvar royndir í norsku alivinnuni legði fram um ta stóru kostnaðarøkingina í sjógvalingini. Boðskapurin hjá honum var, at tað er alneyðugt at avmarka kostnaðarøkingina í sjógvalingini, fyri at varðveita kappingarførið við aling á landi. Kostnaðurin av at ala á landi minkar støðugt, og um tað loysir seg betri at ala á landi, verður framleiðslan sannlíkt plaserað nærri høvuðsmarknaðunum í Asia og USA.

Hans Bjelland, granskingarleiðari hjá SINTEF legði fram um teir nýggju alihættir, sum granskað verður í, og sum verða royndir nú og í komandi árum. Talan varð bæði um afturlatnar eindir á sjógvi og landi og aling á meira harðbalnum økjum.

Fleiri framløgur vóru um bardagan móti laksalúsini. Fyrst løgdu Gunnvør á Norði og Kirsten Eliasen frá P/F Fiskaaling fram ymisk viðkomandi úrslit frá gransking og royndum. Kirsten greiddi serliga frá teimum lúsateljingum, sum Fiskaaling ger og Gunnvør greiddi m.a. frá um spjaðing av laksalúsini.

Lisbeth L. Joensen og Kristian M. Dam frá Bakkafrost, Marjun Wilhelm frá Hiddenfjord og Gudny Vang frá Marine Harvest løgdu síðani fram um tær royndir, sum alifeløgini hava gjørt sær í stríðnum móti laksalúsini. Felags fyri framløgurnar var, at farið verður frá kemiskum og medisinskum viðgerðum til fyribyrging og aðrar viðgerðarhættir. Feløgini leggja í staðin dent á fyribyrgingarhættir sum at framleiða størri smolt, so fiskurin skal vera styttri tíð í sjónum, á lúsakjúrt og á rognkelsi, so lúsatalið verður hildið á lágum støði. Um neyðugt verður við viðgerð, eru viðgerðarhættirnir í størri mun feskvatnsviðgerð, viðgerð við heitum vatni og mekanisk avlúsing.

Fiskaaling legði eisini fram 4 “brellbitar”, sum vóru heilt stuttar framløgur. Elin D. Samuelsen legði fyrst fram um biofiltur á smoltstøðum. Í resirkuleringsanleggum hevur vatngóðskan avgerandi týdning, og í hesum sambandi spæla biofiltur ein stóran leiklut. Ása Jacobsen legði fram um týdningin av at fiskurin verður væl reinsaður. Hon greiddi frá hvussu flakagóðskan ávirkast, um hetta ikki verður gjørt. Ása Johannesen legði fram um sodning av laksalúsum í rognkelsismagum. Kanningarnar geva ábendingar um, at hvørt rognkelsi kann eta knapt 100 laksalús um dagin. At enda legði Bogi Magnussen fram um eina nýggja app sum er ment fyri Fiskaaling, og sum vísir rákið kring firðirnar. Hetta kann vera eitt hent amboð at hava hjá alarunum kring landið. Appin hevur fingið heitið Rák og kann heintast ókeypis á App Store og Google Play.

Dagurin endaði við, at ein stuttur filmur um føroyskan laksaútflutning varð vístur, og síðani vóru úrslitini fyri bestu smoltstøð og bestu alistøð á sjónum løgd fram.

Aliráðstevnan verður hildin aftur í 2018 um mánaðarskiftið februar-mars.

Les eisini: Marine Harvest besta úrslit fyri smoltstøðir og alistøðir á sjónum í 2016

Annað á breddanum

  1. Starv sum samskiftisráðgevi til Vinnuhúsið

    Føroya Arbeiðsgevarafelag søkir eftir einum samskiftisráðgeva til Vinnuhúsið

    25. November. 2024 | Almenn tíðindi
    Ráðgevi2
  2. Hátíðarhald og diplomhandan í ferðavinnu í Vinnuhúsinum

    Týsdagin í farnu viku fingu næmingar í íverksetanar- og ferðavinnubreytini á NámX handað prógv í Vinnuhúsinum

    25. November. 2024 | Ferðavinna
    Námx 2
  3. LX International á vitjan í Vinnuhúsinum

    Í farnu viku vóru umboð frá Suðurkoreansku fyritøkuni, LX International, í Føroyum og kunnaðu seg um Føroyar og føroyskt vinnulív. Serliga var áhugin stórur fyri føroyskum makreli og laksi.

    25. November. 2024 | Samhandil
    Depositphotos 442622378 L