FM fyri handverkslærlingar er av á hesum sinni. Kappingin var sera væl eydna og støðið var framúr høgt.
Umframt at skipa fyri einari spennandi kapping fyri handverkslærlingar, har ungu evnaríku talentini sleppa at royna sínar førleikar, var endamálið við tiltakinum eisini at varpa ljós á yrkisútbúgvingar. Sigast má, at hesi bæði endamálini blivu rokkin. Sjálvar kappingarnar vóru javnar og spennandi, og ikki minst áhugaverdar at eygleiða.
Eisini tykist áhugin fyri yrkisútbúgvingunum at hava fingið eitt lyft. Handverksmeistari Sjúrður Holm, stjóri á Búsetur, sigur soleiðis um tiltakið: ”Tað var ómetaliga stuttligt at vera í SMS hesar báðar dagarnar. Fólk kom í heilum yvir at práta og vístu stóran áhuga í handverksfakunum”.
HM fyri handverkslærlingar hesa vikuna
Tað er ikki bara í Føroyum, at ljós verður varpað á yrkisútbúgvingar. I hesum døgum er World Skills í Abu Dhabi, har heimsins bestu kappast. Upprunaliga byrjaði Skills kappingin í Spania í 50´unum, tá Spania og Portugal ynsktu at varpa ljós á manglandi arbeiðsmegi í byggivinnuni. Nú, smá 70 ár seinri er Skills blivið eitt stórt heimsumfatandi tiltak, har handverkslærlingar úr 77 ymiskum londum kappast.
Eingin ivi er um, at vinnufyritøkur fylgja væl við hesum ungu talentunum. Hetta eru júst teir førleikar, sum verða mest eftirspurdir í vinnuni, og tí er tað sjálvsagt áhugavert at síggja tey allarbestu vísa sínar førleikar.
Dansk Industri lýsir m.a. luttøkuna í World Skills fyri ”Danmarks vigtigste landshold”. ”Hetta eru starvsfólkini, sum fyritøkurnar koma at berjast um tey næstu mongu árini” skrivar Helle Jensen, chefkonsulent hjá Dansk Industri.
Í Føroyum eru vit júst byrjað, og tað tekur sjálvsagt tíð at seta eina slíka organisatión á beinini. Eitt nú er Skills Danmark á donsku fíggjarlógini við 5 mió kr. og hevur eina skrivstovu við 8 starvsfólkum. Men málið er sjálvsagt, at føroysku handverkslærlingarnir í framtíðini skulu kunna kappast um heimsmeistaraheiti í World Skills.