Í farnu viku vóru føroyskar fyritøkur saman við umboðum frá Uttanríkis- og vinnumálaráðnum og Vinnuhúsinum í Istanbul. Skipað var fyri vinnuferð í sambandi við at fríhandilssáttmáli millum Føroyar og Turkalands er komin í gildi.
Við í ferðalagnum vóru bæði útflutnings- og innflutningsfyritøkur, og endamálið var at varpa ljós á føroyskar vørur í Turkalandi.
Vitjað var millum annað á størsta uppboðssølumarknaðinum í Europa, hjá fleiri innflytarum og handilsketum, umframt at fleiri innflytarar nýttu høvi at hitta føroysku fyritøkurnar á einum sonevndum business to business fundi.
Fyritøkur sum luttóku vóru Varðin, Varðin Pelagic, Pelagos, Havnbrún, Bakkafrost, MBM og Bilrøkt.