Yvir 100 luttakarar hittust til íblásturs, nýggja vitan og netverkan.
Nevndin í Handilsvinnufelagnum fegnast um, at limirnir tóku so væl undir við ráðstevnuni, sum varð hildin í fabrikkini hjá Öström hósdagin 12. mai. “Hetta er tekin um, at handilsvinnan hevur tørv á at savnast um felags áhugamál, og tað er ikki óhugsandi, at felagið aftur fer at skipa fyri øðrum tiltøkum av hesum slag, um áhugi er fyri tí”, sigur Tummas Hanus Dam, formaður í Handilsvinnufelagnum.
Niðanfyri eru nakrar myndir frá ráðstevnuni: