Væleydnað sjógætismessa í Brussel

04. mai. 2015 | Tíðindi | Fiskivinna

Heimsins størsta sjógætismessa, Seafood Expo Global, varð hildin í Brussel í døgunum 21.-23. apríl.

Sjey føroyskar fyritøkur luttóku í ár á føroyska landabásinum, sum Vinnuhúsið samskipar, og fyritøkurnar lótu sum heild væl at.

Endamálið við messuluttøkuni hjá fyritøkunum er serliga at røkja verandi kundar, endurnýggja avtalur, og skapa nýggj sambond við møguligar kundar. Messan veksur á hvørjum ári, og keyparar og seljarar av sjógæti koma úr øllum heiminum. Harumframt luttaka eisini veitarar av framleiðsluútgerð, flutningsfeløg v.m. Umframt tær sjey fyritøkurnar á landabásinum, luttaka ein røð av føroyskum fyritøkum og persónum á messuni. Mett verður, at einir 150 persónar frá føroyskum fyritøkum hava verið á messuni í ár.

Endamálið við føroyska landabásinum er at gera tað ómakaleysari hjá fyritøkunum at luttaka á messuni, og at seta fokus á Føroyar sum ein góðskuframleiðara av sjógæti. Sansir hevur sniðgivið føroyska landabásin.

Í 2016 verður Seafood Expo Global hildin í døgunum 26.-28. apríl.

Annað á breddanum

  1. Starv sum samskiftisráðgevi til Vinnuhúsið

    Føroya Arbeiðsgevarafelag søkir eftir einum samskiftisráðgeva til Vinnuhúsið

    25. November. 2024 | Almenn tíðindi
    Ráðgevi2
  2. Hátíðarhald og diplomhandan í ferðavinnu í Vinnuhúsinum

    Týsdagin í farnu viku fingu næmingar í íverksetanar- og ferðavinnubreytini á NámX handað prógv í Vinnuhúsinum

    25. November. 2024 | Ferðavinna
    Námx 2
  3. LX International á vitjan í Vinnuhúsinum

    Í farnu viku vóru umboð frá Suðurkoreansku fyritøkuni, LX International, í Føroyum og kunnaðu seg um Føroyar og føroyskt vinnulív. Serliga var áhugin stórur fyri føroyskum makreli og laksi.

    25. November. 2024 | Samhandil
    Depositphotos 442622378 L