Væleydnað sølumessa í Brússel

12. mai. 2014 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Fleiri enn 150 føroyingar umboðandi føroyska útflutningsvinnu vóru á heimsins størstu sjómatarmessu.

Í døgunum 6. til 8. mai var Seafood Expo Global. Fleiri føroyskar fyritøkur, ið arbeiða innan fiski- og alivinnuna, luttóku á føroyska landabásinum í Brússel. Messan var opin í tríggjar dagar, og føroysku  fyritøkurnar høvdu úr at gera allar dagarnar við fundum og práti við kundar.

Samanlagt luttóku 1.690 framsýnarar frá 76 londum, og fleiri enn 25.800 fólk vitjaðu  messuna. Seafood Expo Global er heimsins størsta messa innan sjógæti, og tí er føroysk luttøku sera týdningarmikil.

Hetta er staðið, har nærum øll, ið arbeiða við keypi og sølu av sjógæti, hittast. Nógv sambond verða knýtt, og avtalur verða gjørdar hesar dagarnar. Tískil møta fyritøkurnar eisini væl mannaðar.

Áleið 150 føroyingar vóru á Seafood Expo Global í ár, bæði sum framsýnarar og sum vitjandi. Vinnuhúsið samskipaði føroysku luttøkuna á landabásinum hesuferð, og lýsingarfyritøkan Sansir hevur gjørt og sniðgivið básin.

Myndir frá messuni síggjast her.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya