Væleydnaður ferðavinnudagur í Klaksvík

15. september. 2010 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Fríggjadagin í farnu viku skipaði Ferðavinnufelagið fyri einum ferðavinnudegi í Klaksvík. Nógv fólk, ið antin starvast í ella hava áhuga fyri ferðavinnuni, møttu til tiltakið. Hesi vóru úr øllum landinum og umboðaðu nógvar ymiskar vinnugreinar í ferðavinnuni.

Ferðavinnufelagið hevði m.a. bjóðað Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharra, við til dagin, og greiddi hann frá framtíðarætlanunum, nú broytingar eru framdar á ferðavinnudeildini, ið er partur av uttanríkisráðnum. Jørgen Niclasen legði stóran dent á skipaða samstarvið við ferðavinnuna, m.a. gjøgnum Ferðavinnufelagið. Harafturat greiddi hann frá, at ferðavinnudeildin framhaldandi fer at virka sum ein sjálvstøðug eind, og at játtanin til marknaðarføringina ikki verður skerd. Uttanríkisráðharrin greiddi eisini frá, at umboðsstovurnar uttanlands skulu nýtast í størri mun enn higartil í marknaðarføringini, og at menning av starvsfólki til betri at røkja hesar uppgávur skal fremjast.
Mia Cameron, frá Tórshavnar Havn, luttók eisini á ferðavinnudegnum, og greiddi hon frá drúgva arbeiðinum, ið er gjørt fyri at menna cruise-ferðavinnuna í Føroyum. Hon greiddi frá, at cruisevinnan hevur verið í eini skipaðari legu síðani 1992. Vitja verður hvørt ár á heimsins størstu cruise framsýning í Miami, og skift verður millum tvær vinnuframsýningar í Europa. Fyrstu árini fóru havnirnar út sjálvar, men síðani hevur marknaðarføringin verið í samstarvi millum havnir, agentar og fyriskiparar av túrum. Hetta er kostnaðarmikið, men einstøk tiltøk hava verið stuðlað av NORA og NATA. Talið av vitjandi ferðamannaskipum er økt munandi síðani byrjan, men  potentialið er framhaldandi stórt. Mia Cameron metti, at størri inntøka kann fáast burturúr, um t.d. vøruúrvæl, tænastur og upplatingartíðir hjá handlum og søvnum verða betri tillagað tørvinum hjá hesum slagi av ferðafólkum. Mia upplýsti eisini, at tað longu nú er greitt, hvørji skip koma í havn næsta ár, og eisini nær einstøku skipini koma.
Á ferðavinnudegnum fekk Dagmar Joensen, ið nýliga er sett í starv sum samskipari hjá Ferðavinnufelagnum, eisini høvi at greiða frá hvørjar uppgávur hon fyrst og fremst fer at taka sær av.
Á fundinum kom annars fram, at tey, ið starvast ella varða av ferðavinnuni, eftirlýsa felags leistum, til tess at hækka tænastustøðið og fáa ein felags samleika í øllum marknaðarátøkunum.
Næsti ferðavinnudagurin verður væntandi í sambandi við aðalfundin hjá Ferðavinnufelagnum, ið verður hildin seint í oktober mánaða.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya