Vælkomurøða til Vinnudagin 2010

04. oktober. 2010 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Vælkomurøðan, sum formaður Føroya Arbeiðsgevarafelags, Jóhan Páll Joensen helt, umrøddi spurningin, sum hevur verið settur í sambandi við Vinnudagin 2010: “Skulu vit halda fram at mala í ring”?

Myrk skýggj hava hingið yvir okkum seinastu vikuna – hetta er ein sera stór avbjóðing, sum vit ikki misunna teimum, sum sita við henni. Men hvat kunnu vit gera við hetta? Ikki nógv er at gera hjá okkum, sum sita her - uttan at leggja okkum eftir - við nærlagni og vilja - at arbeiða við at fáa eitt sterkt vinnulív og soleiðis ein sterkari føroyskan búskap.
At skipa fyri Vinnudegnum, er eitt stórt tak. Serliga hjá okkara starvsfólkum og annars teimum, sum skipað fyri. Tiltakið skal vera gevandi og áhugavert, og tað er ein avbjóðing ikki at mala í ring, men heldur leggja alla orku í at gera dagin áhugaverdan fyri okkum, og ikki minst tykkum.
Á Vinnudegnum í ár seta vit fram spurningin, um vit mala í ring. Gera vit tað – mala í ring??
Spyrt tú okkum í Vinnuhúsinum, er okkara svar ja. Okkara pástandur er, at tað ongin ivi er um, at vit mala í ring í Føroyum, meira ella minni.
Tað fyrikemur okkum í Vinnuhúsinum, at politiska støðan í Føroyum í dag er soleiðis. Vit mala í ring. Vita ikki, hvar vit koma.
Viljin at taka neyðug tøk fyri at skipa samfelagið, soleiðis at tað hóskar til okkara land, er ikki til staðar.
Vit hava eina samgongu, sum mest av øllum er bókhaldari. Roynir at hóra undan hallinum sum frægast.
Saklig og faklig sjónarmið verða niðurgjørd og ikki tikin við í avgerðirnar.
Vit hugsa stutt og ikki langt. Trívast betri við at sita øll á somu køku, sum gerst minni og minni.
Fyri okkum at síggja, eru tað fá, sum tora at siga frá - tala at. Hví er tað so??
Skuldi tað ikki verið púrasta náttúrligt at boða frá, um okkurt er, sum ikki er rætt, ella okkurt er óheppið.
Ikki í Føroyum – her verða vit merkt við flokspolitiskum liti, eftirnavni, hvaðan vit eru ella líknandi tilknýti, og tað vit siga verður tulkað í ljósinum av hesum.
Fær hetta okkum framá sum samfelag? Nei – tað ger tað ikki! Vit mala í ring.
Eingin skal ivast í, at tá Føroya Arbeiðsgevarafelag meldar út, so er tað meiningin hjá felagnum og ikki hjá einstaklingum, sum vit bera.
Vit fáa ikki flutt okkum framá uttan at fáa innspæl alla staðni frá. Tí hava vit brúk fyri øllum meiningum – einig ella ikki. Tað er m.a. tí, at vit fyriskipa Vinnudagin. Latið okkum taka ímóti, kjakast og læra okkum at skilja ímillum at vera ósamd og at vera óvinir!
Í dag er Vinnudagurin – hátíðardagur okkara, sum fáast við vinnulív í Føroyum. Vit fara at hoyra fyrilestrar, sum geva okkum íbástur til at gera okkara til at koma víðari. Somuleiðis skulu vit kjakast um, hvussu vit kunnu halda uppat við at mala í ring, og vónandi fáa íblástur til at finna dirvi og viljan at náa málum.
Vinnan er í dag savnað at gera støðuna upp. – Vit í Vinnuhúsinum siga, hvat vit halda og loyva øðrum at koma framat at siga sína hugsan. Síðani leggja vit hetta út til tykkara at umrøða, í dag og í kvøld og framyvir.
Við ynski um ein góðan vinnudag 2010.

Annað á breddanum

  1. Gleðilig jól og gott nýggjár

    Við tøkk fyri tað brátt farna árið, ynskir Føroya Arbeiðsgevarafelag øllum sínum limum og samstarvsfeløgum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár

    16. Desember. 2024 | Almenn tíðindi
    Jól
  2. Lærupláss: Ein spennandi og møguleikarík leið

    Í farnu viku skipaði Føroya Handverksmeistarafelag fyri einum afturvendandi kunnandi tiltaki fyri næmingum á NámX. Tiltakið, ið hevur til endamáls at vísa á týdningin av læruplássi sum næsta stig í yrkisleiðini, savnaði uml. 100 næmingar, ið fingu eitt spennandi innlit í, hvat krevst fyri at sleppa í læru.

    16. Desember. 2024
    20241211 102219
  3. Lógaruppskotið um Suðuroyartunnil ikki nóg búgvið at leggja fyri Løgtingið enn

    Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast um, at politiska skipanin hevur tikið stig til at fyrireika eina langtíðarloysn fyri flutning til og úr Suðuroy. Lógaruppskotið er tó ikki nóg búgvið at leggja fyri Løgtingið enn

    16. Desember. 2024 | Almenn tíðindi
    Depositphotos 11083879 L