Vænta stóran vøkstur í aling á landi komandi árini

03. apríl. 2017 | Tíðindi | Havbúnaður

Greiningarfyritøkan DNB markets metir í nýggjari frágreiðing, at framleiðslan frá aling á landi fer at økjast úr upp í uml. 150.000 tons í 2020. Í 2016 væntast framleiðslan frá landannleggum at vera uml. 6.000 tons, so talan er um stóran vøkstur.

Høgi laksaprísurin hevur økt um áhugan at gera íløgur í landbaseraði annlegg, har vatnið verður endurnýtt (RAS). T.d. er fyritøkan Atlantic Sapphire farin undir at byggja eitt slíkt annlegg í Florida, sum í fyrstu atløgu skal framleiða 8.000 tons um árið, men sum við tíðini skal økjast upp í 90.000 tons um árið. Til samanberingar framleiðir føroyska alivinnan tilsamans uml. 70.000 tons um árið.

Hóast ein stórur partur av landbaseraðu annleggunum framvegis verða bygd í Norðurlondum, væntar DNB markets, at slík annlegg við tíðini kunnu leggjast nærri teimum stóru útflutningsmarknaðunum í USA og fjareystri.

Henda greiningin hjá DNB markets er væl í tráð við boðskapin hjá Kjell Bjordal á aliráðstevnuni  3. mars. Í fyrilestri sínum vísti Bjordal á, at landbaserað aling við tíðini kann gerast ein týðandi kappingarneyti hjá sjógvalingini. Hetta serliga um gongdin heldur fram, har kostnaðurin at ala á landi lækkar meðan kostnaðurin at ala á sjónum hækkar. Hann vísti eisini á, at kostnaðurin av at frakta laks við flogfari til USA er uml. 12 kr./kg og til Asia uml. 10-20 kr./kg, og tí er sannlíkt, at ein stórur partur av landbaseraðu alingini fer at verða staðsett nærri hesar marknaðir.

Kelda: undercurrentnews.com

Annað á breddanum

  1. Starv sum samskiftisráðgevi til Vinnuhúsið

    Føroya Arbeiðsgevarafelag søkir eftir einum samskiftisráðgeva til Vinnuhúsið

    25. November. 2024 | Almenn tíðindi
    Ráðgevi2
  2. Hátíðarhald og diplomhandan í ferðavinnu í Vinnuhúsinum

    Týsdagin í farnu viku fingu næmingar í íverksetanar- og ferðavinnubreytini á NámX handað prógv í Vinnuhúsinum

    25. November. 2024 | Ferðavinna
    Námx 2
  3. LX International á vitjan í Vinnuhúsinum

    Í farnu viku vóru umboð frá Suðurkoreansku fyritøkuni, LX International, í Føroyum og kunnaðu seg um Føroyar og føroyskt vinnulív. Serliga var áhugin stórur fyri føroyskum makreli og laksi.

    25. November. 2024 | Samhandil
    Depositphotos 442622378 L