Vaksandi áhugi at stovna vinnulig feløg

16. mai. 2022 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Áhugin hjá føroyingum at stovna vinnulig feløg er ikki minkaður hóast 2020 og 2021 hava verið tvey heilt óvanlig ár merkt av stórum óvissum av ymsum slag

Sambært Skráseting Føroya vórðu stovnaðið tilsamans 367 partafeløg, smápartafeløg og íverksetarafeløg í 2021.  Í 2020 vóru stovnað 293 feløg og í 2019 var talið 269.

Talið av nýstovnaðum vinnuligum feløgum er sostatt nógv vaksið hesa tíðina, meðan korona hevur skapt stóra óvissu í vinnuni og í samfelagnum sum heild.

Talið av nýstovnaðum vinnufeløgum hækkaði nógv í 2017, tá ið lóggávan um íverksetarafeløg varð komin í gildi. Eitt íverksetarafelag er eitt serligt slag av smápartafelagi, sum kann stovnast við 1. kr. í byrjunarkapitali.

Árini beint frammanundan, at skipanin við íverksetarafeløgum kom í gildi, lá árliga talið av nýstovnaðum partafeløgum og smápartafeløgum millum 146 og 169 . Árini eftir 2017 hevur hetta talið ligið millum 265 og 367 nýstovnaði vinnufeløg um árið.

Tað eru samstundis strikaði færri feløg úr vinnuskránni hesi seinastu árini. Árini frá 2014 til 2016 vórðu árliga strikaði millum 113 og 130 feløg úr vinnuskránni. Árini frá 2017 til 2021 hevur hetta talið ligið millum 99 og 120 strikaði feløg árliga.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya