Vakstrarpakkin - vøkstur og virksemi

23. november. 2009 | Tíðindi | Samhandil

Hósdagin 19. nov. legði landsstýrismaðurin í Vinnumálum fram ætlanina “Vøkstur og virksemi”. Vinnugreinafeløg og fyrtøkur kunnu nú gera viðmerkingar til ætlanina umvegis heimasíðuna hjá Vinnumálaráðnum ella umvegis Vinnuhúsið.

Endamálið við teimum 23 átøkunum í vakstarpakkanum er at stuðla undir búskaparvøkstur, bæði nú og seinni.
Við støði í vinnupolitikkinum og búskaparstøðuni hevur Vinnumálaráðið sett fylgjandi krøv til raðfestingina av átøkunum:
§          Átøkini skulu skapa vøkstur lutfalsliga skjótt
§          Átøkini eiga at kunna fremjast innan lutfalsliga stutta tíð
§          Átøkini skulu kunna fíggjast
§          Átøkini skulu spenna so vítt, sum møguligt (t.d. ávirka so nógv starvspláss, sum møguligt).
 
Tey 23 átøkini eru bólkaði í fýra. Hesi eru:
§          Átøk at betra um vinnuligu karmarnar
§          Átøk at menna nýggjar vinnur
§          Førleikamenning og útbúgving
§          Marknaðarføring av Føroyum sum íløguland.
Kunning um ætlanina “Vøkstur og virksemi” er á heimasíðuni hjá Vinnumálaránum http://www.vmr.fo/Default.aspx?ID=8621, har eisini ber til at gera viðmerkingar. Fyritøkur, sum eru limir í feløgunum í Vinnuhúsinum, eru eisini vælkomnar við viðmerkingum umvegis Vinnuhúsið við at senda teldupost til industry@industry.fo.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya