Val 2011- Sjálvsstýrisflokkurin

21. oktober. 2011 | Áskoðan

Valskráin hjá Sjálvstýrisflokkinum “Føroyar fram” er komin. Føroya Arbeiðsgevarafelag heilsar valskráum vælkomin, tí so ber til at kjakast um, hvør haldgóða kósin fyri Føroyar skal vera.

Í valskrá síni nevnir Sjálvstýrisflokkurin ikki fiskivinnuna yvirhøvur. Hetta undrar Føroya Arbeiðsgevarafelag. Fiskivinnan er okkara høvuðsútflutningsvinna og hevur tørv á at fáa skipaðar forútsigiligar karmar, soleiðis at mest møguligt fæst burtur úr. Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at tað er altumráðandi, at landið umsitur fiskastovnarnar lívfrøðiliga og búskaparliga burðardygt soleiðis, at bæði vinnan og samfelagið fær sum mest burturúr.
Í valskránni leggur Sjálvstýrisflokkurin upp til, at almenni sektorurin skal skipast betri. Hetta er í samsvar við vinnusjónarmið Føroya Arbeiðsgevarafelags, har stórur dentur verður lagdur á skilvísa fíggjarstýring og at umfatandi nýskipanir mugu gerast av almenna sektorinum.
Somuleiðis hevur Sjálvsstýrisflokkurin á skránni at lækka skattin. Hetta er eisini í tráð við vinnusjónarmiðini hjá Arbeiðsgevarafelagnum, um at tað altíð skal loysa seg at arbeiða. Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur tí, at tað hevur alstóran týdning at lækka marginalskattin, og at seta markið upp fyri nær vit rinda toppskatt.
Føroya Arbeiðsgevarafelag tekur eisini undir við málinum hjá Sjálvstýrisflokkinum um eina betri skúlaskipan umframt størri raðfesting av gransking og hægri útbúgving. Tað er umráðandi at vit raðfesta eina dygdargóða arbeiðsmegi og gera fleiri íløgur í vitan, soleiðis at vit betra okkara vitanarstøðið umframt at fáa fleiri vitanarstørv.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya