Val 2011 - Tjóðveldi

20. oktober. 2011 | Áskoðan

Valskráin hjá Tjóðveldi “Ferð á Føroyar – okkara land, okkara ábyrgd” er komin. Føroya Arbeiðsgevarafelag heilsar valskráum vælkomin, tí so ber til at kjakast um, hvør haldgóða kósin fyri Føroyar skal vera.

Á fiskivinnuøkinum hevur Tjóðveldi sett sær fyri, at fiskivinnan skal hava greiðar karmar at virka undir. Hetta heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag vera sera umráðandi, tí verandi støða skapar ótryggleika og minkar um framleidnið. Tað er tørvur á, at fiskiskapurin verður rikin búskaparliga burðardygt, og Føroya Arbeiðsgevarafelag saknar tí eina greiðari fráboðan frá Tjóðveldi um at veiðutrýstið verður stillað, so tað er búskaparliga burðardygt. Flokkurin hevur eisini sett sær fyri at seta í verk eina skipan við brúksskyldu. Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at tað eigur at vera útgreinað, hvørja ávirkan ein slík skipan hevur á veiðutrýstið og málið um ein búskaparligan haldgóðan fiskiskap.
Tjóðveldi hevur í valskránni ásannað, at skatturin hjá vanligum løntakarum og húsarhaldum er ov høgur og má lækkast. Hetta fegnast Føroya Arbeiðsgevarafelag um. Tó heldur felagið, at marginalskatturin sum heild er ov høgur og køvir virkishugin. Hetta er bæði galdandi fyri lágar og høgar inntøkur.
Tjóðveldi skrivar harumframt í valskránni, at skatturin á kapitalvinningi skal broytast, og hol skulu tippast í lógini. Føroya Arbeiðsgevarafelag vónar, at tann broytingin, sum Tjóðveldi hevur sett sær fyri at gera, er at lækka kapitalvinningsskattin, sum í løtuni er tann hægsti í øllum heiminum.
Tjóðveldi ætlar eisini at skipa príseftirlit í samskipan við Kappingareftirlitið og brúkararáð. Ætlanin er, at eftirlitið neyvt skal fylgja við gongdini í prísum, ómaksgjøldum og rentum og javnan almannakunngera gongdina. Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at tað er skeivt at seta á stovn nýggjar almennar myndugleikar, sum í stóran mun skulu hava somu uppgávur sum verandi almennir stovnar. Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir heldur til at styrkja Kappingarráðið, um ætlanin er at eftirkanna, um almennir ella privatir aktørar misnýta eina ráðandi marknaðarstøðu.
Tjóðveldi ætlar at gera eina langtíðaravtalu um at basa hallið á fíggjarlógini. Hesum tekur Føroya Arbeiðsgevarafelag fult undir við. Tó heldur felagið, at mál harumframt eiga at verða sett um, at almennu útreiðslurnar ikki skulu hækka komandi árini. At fáa javnvág á fíggjarlógini við at hækka skattir og avgjøld er ikki ein gongd leið. Arbeiðsgevarafelagið saknar tí eisini boð frá Tjóðveldisflokkinum um haldgóðar politiskar ætlanir fyri, hvussu tamarhald fæst á útreiðslusíðuna hjá landshúsarhaldinum.
Í valskránni hevur Tjóðveldi eisini sett sær fyri at styrkja Fróðskaparsetur Føroya. Hesum tekur Føroya Arbeiðsgevarafelag undir við, og heldur, at tað serliga eru tær vinnurættaðu útbúgvingarnar, sum eiga at verða styrktar. Felagið tekur eisini undir við ætlanini hjá Tjóðveldi um at skipa tættari samstarv millum vinnulívið og almennar granskingarstovnar.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya