Val og frával

26. oktober. 2009 | Áskoðan

Í Føroyum búgva umleið 49.000 fólk. Hesi somu fólk skulu liva og virka í landinum og hetta eru tey, sum gjalda fyri landshúsarhaldið. Eitt er heilt vist, skal landshúsarhaldið hanga saman fíggjarliga skal stýrast væl – sera væl. Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at hetta merkir val og frával í mun til tænastur, sum skulu veitast, og á hvønn hátt hesar skulu veitast og hvussu hetta verður skipað.
Men, hvussu skal samfelagið síggja út? Hvørjar tænastur skulu veitast borgaranum og hvørjar tænastur er ikki fíggjarligur førleiki at veita? Og hvussu tryggja vit okkum, at fólkatalið veksur soleiðis at vit gerast fleiri at gjalda gildið?
Hetta eru týdningarmiklir spurningar, sum ikki nakað einfalt svar er uppá. Men eitt er givið, at tænastustøðið í Føroyum ikki kann verða tað sama ella í øllum førum ikki eins breitt, sum tað er í londunum føroyingar ynda at samanbera við – tað ber ikki til fíggjarliga! Og verður hesin kostnaðurin lagdur út á borgaran, ja so verður enn verri at fáa fólk at støðast her og koma aftur til landið.
Frágreiðingin er einføld. Okkara samfelag fær ikki nyttu av teimum stórvirkisfyrimunum, sum londini kring okkum. Hvørki í vinnulívinum ella innan almennu skipanina. Samanbera vit við londini kring okkum, eru okkara fyritøkur smáar. Somuleiðis okkara almennu stovnar. Tí ber ikki til, at okkara samfelag verður skipað við at kopiera loysnir úr øðrum londum. Vit mugu hyggja øðrvísi uppá, hvussu vit skipa okkum og finna loysnir, sum tryggja tænastustøðið uttan at verða kopi av, hvussu viðurskiftini eru skipaði aðrastaðni. Vit mugu seta okkum sum mál at vera kreativ og gerast fordømi fyri alternativum skipanum, soleiðis at okkara háttur at skipa samfelagið gerst smidligari, effektivari og tænastuvinnarligari enn nakra aðra staðni.
Aktuelt í løtuni er kjakið um kommunubygnaðin – 7 kommunir verður sagt at vera hóskandi! Hóskandi í mun til hvat? Fólkatalið í Føroyum ella? Peningaligu orkuna? Ella kanska okkurt heilt triðja? Økir skulu leggjast út til kommunurnar frá landinum – eitt nú eldraøki og fólkaskúlin. Henda umsiting skal sostatt spjaðast út á 7 økir. Gerst eldrarøktin ella fólkaskúlin betri av tí? Gerst góðskan í umsitingini betri og bíligari av tí? Hetta eru týdningarmiklir spurningar at fáa svara, tí eingin ivi er um, at tað verður kostnaðarmikið, og at spjaddur førleiki ikki er betri enn savnaður førleiki.
Effektivisering og betraður førleiki má og skal verða grundarsteinurin undir øllum bygnaðarligum broytingum, eisini kommunubygnaðinum. Broytingar mugu ikki gerast uttan hetta er so!
Skal tað verða liviligt her á landi, mugu val og frával gerast. Tað er vinnulívið og borgarin, sum skal gjalda gildið og tað er alneyðugt at hugsað verður um, hvørjar útreiðslur eru í mun til tann førleika, sum er at gjalda hesar.
Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir tí til, at skaptar verða loysnir, sum eru okkara, við tí fyri eyga at hesar eru egnaðar til okkara land og tann fíggjarliga førleika sum er.

Annað á breddanum

  1. Kjak: Eru ov nógv almenn starvsfólk, ella er privata vinnan ov veik?

    Í nýggjasta partinum av poddvarpsrøðini Frí Mikrofon hjá Frihedsbrevet standa Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum, og Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum, hvør sínu megin í kjaki um vaksandi starvsfólkahópin í almenna geiranum

    03. Februar. 2025
    Niels Suni
  2. Tryggja tær pláss til Aliráðstevnuna 2025

    Nú kanst tú melda teg til árligu Aliráðstevnuna, har fólk í alivinnuni og onnur áhugað hittast til fyrilestrar og orðaskifti um havbúnað

    03. Februar. 2025 | Havbúnaður
    Billede
  3. Føroya Arbeiðsgevarafelag og Finansforbundet handað krøv

    Mikudagin 29. januar byrjaðu samráðingarnar um nýggjan sáttmála fyri starvsfólk í Føroya Banka, Trygd og Skyn

    03. Februar. 2025 | Sáttmálasamráðingar
    Samráðingar Millum Finansforbundet Og FAG (Vika 6)