Varðveitið verandi skipan fyri prís- og lønarvøkstri í almennari bygging

29. apríl. 2013 | Áskoðan

Fíggjarnevnd Løgtingsins skrivaði í farnu viku undir álit um í málinum um at hækka útreiðslukarmin fyri umvælingar og umbyggingar av Landssjúkrahúsinum.

Meirilutin í Fíggjarnevndini vísir á, at 63 mió kr. eru settar av til prísvøkstur í s.v. byggingina, og at verkætlanin eigur at gera ein avtalu við arbeiðstakaran um ein fastan prísvøkstur. Í útvarpinum í vikuskiftinum skoytti Fíggjarnevndarformaðurin uppí, at byggiharrin og arbeiðstakarin eiga at býta váðan fyri lønar- og prísvøkstur millum sín. Føroya Handverksmeistarafelag heldur tað vera eina betri loysn at halda fast um verandi skipan fyri regulering av lønar- og prísbroytingum í byggitíðarskeiðnum.

Føroya Handverksmeistarafelag skal vísa á, at viðurskifti í sambandi við lønar- og prísvøkstur eru reguleraði í avtalugrundarlagnum ABF 06, sum byggiharrar og arbeiðstakarar eru samdir um, er hóskandi grundarlag fyri byggisáttmálum. Í hesum avtalugrundarlagnum er ásett, at tilboðsupphæddin, sum arbeiðstakarin hevur bjóðað fyri eina bygging, verður regulerað í mun til prísvøksturin í lønum og tilfari aftaná tilboðsdagin. Oftast verða alment galdandi indeks nýtt til hesa regulering.

Henda ásetingin í ABF 06 er líka nógv ein fyrimunur fyri byggiharran, sum fyri arbeiðstakaran. Tá man skal taka støðu til, hvør skal bera váðan fyri príshækkingar, er tað ein spurning um, hvør ber henda váðan mest effektivt. Í hesum føri er eingin ivi um, at tað er landið sum ber henda váðan mest effektivt, tí talan er um avmarkaðar upphæddir í mun til samlaða búskapin hjá landskassanum. Hinvegin kann talan vera um stórar upphæddir í mun til samlaða búskapin hjá einari byggifyritøku.

Um vit ímynda okkum, at arbeiðstakarin sjálvur skuldi bera allan váðan og geva byggiharranum ein fastan prís íroknað møguligar prís- og lønarhækkingar í byggitíðarskeiðnum, má roknast við, at arbeiðstakarin í sínum tilboði leggur eitt gjald omaná, sum tekur hædd fyri tí eyka váða, ein fastur prísur gevur fyritøkuni. Tess størri arbeiðið er, tess størri verður váðin hjá fyritøkuni. Í mun til eina upphædd uppá 500 mió kr. til útbygging av Landssjúkrahúsinum kann tað vera ein spurningur um lív ella deyð hjá einum arbeiðstakara, um prísvøksturin á lønum og byggitilfari verður meira ella minni enn tað, sum arbeiðstakarin væntaði.

Skal ein arbeiðstakari taka á seg allan váðan fyri lønarhækkingar og dýrkandi byggitilfar, fer hetta tí at vera avspeglað í einari (nógv) hægri tilboðsupphædd, í mun til um landið tók hendan váðan á seg.

Tað stutta av tí langa er, at miðalkostnaðurin hjá landinum av byggiverkætlanum kann væntast at vera størri, um man heilt ella partvíst leggur váðan fyri prís- og lønarbroytingar á arbeiðstakaran, í mun til um landið sjálvt ber henda váðan. Hetta er serliga galdandi fyri størri byggiverkætlanir, sum fevna um fleiri ár.

Føroya Handverksmeistarafelag mælir tí til, at verandi skipan fyri prís- og lønarbroytingar verður varðveitt.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya