Vegleiðing um feriu og privata ferðing til útlandið

15. juni. 2020 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Í dag verður latið upp fyri ferðing til Danmark, Grønland, Ísland, Noreg og Týskland, og hetta merkir, at starvsfólk kunnu aftur ferðast uttanlands í summar. Støðan við COVID-19 ger viðurskiftini serlig, og tí er umráðandi at leggja uttanlandsferðing í privatørindum til rættis, tí frávera kann ávirka starvsviðurskiftini hjá starvsfólkunum.

Nú stundar til feriutíð, og flestu starvsfólk hava avtalað feriu í samráð við arbeiðsgevaran. Orsakað av COVID-19 støðuni kring heimin verður mælt til, at arbeiðsgevarar og starvsfólk gera greiðar avtalur sínámillum fyri at tryggja, at starvsfólk kunnu møta aftur til arbeiðis eftir feriuna.

Føroya Arbeiðsgevarafelag heitir á arbeiðsgevarar um at tryggja sær, at starvsfólk eru kunnað um viðurskiftini í sambandi við feriu, ferðing í útlandinum og COVID-19.

Hesi viðurskfti eru viðkomandi at hava í huga:

-   Landamørkini verða nú latin upp fyri ferðing til Danmark, Grønland, Ísland, Noreg og Týskland.

-   Landsmyndugleikanir mæla føroyingum frá at ferðast í onnur lond enn hesi fimm londini.

-   Heilsumyndugleikanir mæla til, at um ferðast kortini verður til øki, sum myndugleikanir mæla frá, so skulu fólk fara í heimauppihald í 14 dagar eftir heimkomu.

-   Starvsfólk kunnu missa rættin til løn, um tey ikki møta aftur til arbeiðis sum avtalað orsakað av, at tey hava ferðast uttanlands í stríð við tilmælini frá myndugleikunum. Hetta kann t.d. verða, um tey ikki fáa møtt til arbeiðis til avtalaðu tíð vegna sóttarhald ella COVID-19 smittu.
- Frávera frá arbeiði uttan avtalu við arbeiðsgevara kann hava starvsrættarligar avleiðingar fyri starvsfólk.

Her er eitt uppskot til eitt kunningarskriv til starvsfólk, sum lýsir viðurskiftini um ferðing í hesum COVID-19 tíðum.

Hetta er ikki galdandi fyri ferðing í arbeiðsørindum. Sí nærri kunning um ferðing í arbeiðsørinum her.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya