Eftirútbúgvingargrunnurin Vitan skipar fyri skeiðnum ”Vegurin sum arbeiðspláss” í Tórshavn tann 15. og 16. apríl
Skeiðið verður hildið av EUC Nordvest á Hotel Tórshavn mánadagin 15. og týsdagin 16. apríl. Kostnaðurin er 3.995 kr. Tó fáa limir í Føroya Handverksmeistarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag skeiðið fyri 3.295 kr.
Melda til á industry@industry.fo við at upplýsa á skeiðsluttakara:
Navn
Føðingardag
Telefonnummar
Teldupost
Fyritøku
Er skeiðsluttakari limur í Føroya Handverkarafelag ella Landsfelag Handverkaranna og í starvi hjá limi í Føroya Handverksmeistarafelag, hevur skeiðsluttakarin rætt til stuðul úr Eftirútbúgvingargrunninum Vitan.