Vegurin Sum
Føroya Handverksmeistarafelag

“Vegurin sum arbeiðspláss” hevur pláss eftir – Skeiðið byrjar mikudagin

08. mai. 2023 | Tíðindi | Handverk og ídnaður

Mikudagin verður eitt eykað skeið í “Vegurin sum arbeiðspláss”

Sera stórur eftirspurningur hevur verið eftir at fáa eitt nýtt “Vegurin sum arbeiðspláss”  skeið fyriskipað. Tí verður eitt eyka skeið hildið longu nú mikudagin tann 10. mai.

Eftirútbúgvingargrunnurin Vitan skipar fyri “Vegurin sum arbeiðspláss” skeiðum.

Skeiðið verður hildið av EUC Nordvest á Hotel Hilton mikudagin 10. og hósdagin 11. mai. Kostnaðurin er 3.995 kr. Tó fáa limir í Føroya Handverksmeistarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag skeiðið fyri 3.295 kr.

Tilmeldingin fer fram umvegis teldupost til industry@industry.fo við at upplýsa:

- Navn

- Føðingardag

- Telefonnummar

- Teldupost

- Fyritøku

Er skeiðsluttakarin limur í Føroya Handverkarafelag ella Landsfelag Handverkaranna og í starvi hjá limi í Føroya Handverksmeistarafelag, hevur skeiðsluttakarin rætt til stuðul úr Eftirútbúgvingargrunninum Vitan.

Les meir um eftirútbúgvingargrunnin Vitanher.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya