“Vegurin sum arbeiðspláss” skeið verður í næsta mánaða

17. mai. 2021 | Tíðindi | Handverk og ídnaður

Tvey skeið verða hildin. Fyrra skeiðið er fullteknað, meðan fá pláss eru eftir á hinum skeiðinum. Eftirútbúgvingargrunnurin Vitan skipar fyri “Vegurin sum arbeiðspláss” skeiðum.

Sera stórur eftirspurningur hevur verið eftir at fáa eitt nýtt “Vegurin sum arbeiðspláss”  skeið fyriskipað. Av tí, at tað er krevjandi at fáa skeiðshaldara niðri frá, sum skal sita fýra dagar í sóttarhaldi, vóru tvey skeið sett á skrá beinavegin. Fyrra skeiðið bleiv fult teknað beinavegin, men framvegis eru nøkur pláss tøk á skeiðinum, sum verður tann 3.-4. juni.

Bæði skeiðini verða hildið av EUC Nordvest á Hotel Hafnia; tað fyrra dagarnar 1. og 2. juni og tað seinra hósdagin 3. og fríggjadagin 4. juni. Kostnaðurin er 3.995 kr. Tó fáa limir í Føroya Handverksmeistarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag skeiðið fyri 3.295 kr.

Tilmeldingin fer fram umvegis teldupost til industry@industry.fo við at upplýsa:

Navn

Føðingardag

Telefonnummar

Teldupost

Fyritøku

Er skeiðsluttakarin limur í Føroya Handverkarafelag ella Landsfelag Handverkaranna og í starvi hjá limi í Føroya Handverksmeistarafelag, hevur skeiðsluttakarin rætt til stuðul úr Eftirútbúgvingargrunninum Vitan.

Les meir um eftirútbúgvingargrunnin Vitan her.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya