Verkætlanarstuðul frá NORA

12. september. 2011 | Tíðindi | Útbúgving og gransking

Nú ber til at søkja um stuðul frá NORA. Stuðulin verður latin til verkætlanir innan økini havtilfeingi, ferðavinna, kunningar- og samskiftistøkni og flutning.

Aðrar verkætlanir kunnu eisini verða viðgjørdar, um tær hoyra undir yvirskipaða endamálið hjá NORA. Hetta kunnu t.d. vera verkætlanir innan landbúnað,  varandi orku og aðrar verkætlanir, sum viðgera avbjóðingar, sum NORA økið hevur.
Freistin at søkja um stuðul er 3. oktober 2011. NORA kann stuðla verkætlanum við upp til 500.000 DKK um árið í upp til trý ár. Tað skulu verða luttakarar úr minst tveimum londum í verkætlanini, men NORA vil fegið hava verkætlanarumsóknir har fleiri av limalondunum eru við.
NORA, sum er ein stytting fyri Norrønt Atlantssamstarv, hevur sum uppgávu at skapa politiskar og fakligar karmar fyri kjaki um felags norðuratlantiskar trupulleikar og at menna felags ætlanir og átøk. Eisini skal NORA seta í verk og miðla verkætlanarsamstarv, virka fyri menning og vera ein áhugaverdur viðspælari í norðurlendskum samstarvi við grannalondini í økinum.

Les meira um umsóknir til NORA her.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya