Freistin at søkja er 1. oktober.
NORA, Norrønt Atlantssamstarv, hevur sum endamál at styrkja samstarvið í Norðuratlantshavi.
Eitt av amboðunum til hetta er stuðul til verkætlanir, sum hava luttakarar úr minst tveimum av teimum fýra NORA-londunum. NORA-londini eru Grønland, Ísland, Føroyar og Stranda-Noreg.
Verkætlanirnar skulu vera í samsvari við aðalmálið hjá NORA: at skapa eitt sterkt og máttmikið norðuratlantiskt øki, ið er eyðkent av einum sterkum og burðardyggum búskapi. Bæði fyritøkur, almennir stovnar, privat o.o. kunnu søkja.
Harumframt leggur NORA eisini dent á at menna samstarvið við norðurlendsku grannarnar fyri vestan. NORA vil tí fegin hava verkætlanir, ið eisini fevna um felagar serliga úr Kanada og Skotlandi.
NORA kann veita stuðul bæði til verkætlanir, ið taka eitt ár, og verkætlanir, ið taka trý ár við í mesta lagi 500.000 kr. um árið, har hámarkið er 1,5 mió. kr. fyri alt tíðarskeiðið.
Verkætlanirnar skulu taka støði í niðanfyri standandi fokusøkjum.
- Skapandi vinna
- Grøn orka
- Lívfeingisbúskapur
- Burðardygg ferðavinna
- Kunningar- og samskiftistøkni
- Vælferðartænastur
- Trygd/tilbúgving á sjónum
Til ber at søkja um verkætlanarstuðul frá NORA tvær ferðir um árið. Hin 1. oktober 2018 er seinasta freist at søkja um verkætlanarstuðul í hesum umfari.