Vestergaard tilnevnt umboð í Fiskivinnuráðið

06. apríl. 2009 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur tilnevnt umboð í Fiskivinnuráðið fyri komandi fýra árini.

Uppgávan hjá Fiskivinnuráðnum er at ráðgeva landsstýrismanninum í týðandi fiskivinnumálum og ummæla uppskot til lógir og kunngerðir, sum landsstýrismaðurin leggur fyri ráðið. Harumframt kann ráðið eisini av sínum eintingum taka fiskivinnumál til viðgerðar og lata landsstýrismanninum sítt ummæli.
Tey umboð, ið landsstýrismaðurin hevur tilnevnt fyri komandi fýra árini, eru:
  • Jóhannus M. Olsen umboð fyri Føroya Ráfiskaseljarafelag
  • Egon Joensen umboð fyri Føroya Ráfiskakeyparafelag
  • Viberg Sørensen umboð fyri Føroya Reiðarafelag
  • Eyðstein Djurhuus umboð fyri Føroya Skipara- og Navigatørfelag, Maskinmeistarafelag og Motorpassarafelag
  • Jan Højgaard umboð fyri Føroya Fiskimannafelag
  • Auðunn Konráðsson umboð fyri Meginfelag Útróðrarmanna
  • Hans Joensen umboð fyri feløgini hjá arbeiðsfólki á fiskavirkjum
Formaður í Fiskivinnuráðnum er Eyðbjørn Larsen og skrivari er Jens Helgi Toftum.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya