Vestmanna Tourist Centre: Nógvar avlýsingar til Vestmannabjørgini

14. apríl. 2020 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Allur apríl mánaður er burtur og nógv av mai, sigur Gunnar Skúvadal, sum siglir við ferðafólki undir Vestmannabjørgunum.

Um hesa tíðina skuldu teir siglt undir Vestmannabjørgnum við spentum ferðafólkum. Ístaðin gongur arbeiðsdagurin við at taka ímóti avlýsingum og gjalda pengar aftur.

Avgjørt ikki soleiðis hevði Gunnar Skúvadal, stjóri í Vestmanna Tourist Centre, ímyndað sær byrjanina av sesongini 2020.

Bókingar streymaðu inn

Tey skuldu byrja siglingina undir Vestmannabjørgunum 1. apríl og sigla eitt hálvt ár fram. Fyrr varð byrjað 1. mai, men eftirspurningurin seinastu árini hevur verið so stórur, at tey í fjør fluttu byrjanina ein mánað fram.

Nógvar ábendingar vóru um eitt gott 2020.

- Vit fingu nógvar bókingar inn í oktober, november, desember, januar og februar og væntaðu tí nógv av árinum, sigur Gunnar Skúvadal.

Men so steðgaði alt upp orsakað av corona.

Útlitini fyri inntøkum næstu vikurnar eru smá. Alt í apríl er avlýst og nógv í mai. Seinni í summar eru framvegis nógvar bókingar, men tað er ivasamt, hvat hendir við teimum.

Nógvir pensjónistar

- Hóast vit lata samfelagið í Føroyum meira upp, trúgvi eg ikki, at nógv ferðafólk koma. Ein stórur partur av okkara viðskiftafólki eru danskir pensónistar. Ein aldursbólkur sum er í vandabólkinum viðvíkjadi corona, sigur Gunnar Skúvadal.

Umframt danir eru eisini nógvir skandinavar á ferðunum undir Vestmannabjørgnum. Haraftrat eru fleiri ferðafólk úr Suðurevropa frá rutunum hjá Atlantic Airways. Nógv koma eisini við ferðafólkaskipi og koyra til Vestmanna við bussi. Føroyingar telja bert umleið 5% av ferðafólkunum undir Vestmannabjørgunum.

Yvir 20.000 ferðafólk

Vestmanna Tourist Centre hevur tveir bátar: Froyur tekur 48 ferðafólk, og Barbara tekur 28 ferðandi. Harumframt samstarva tey við Lamhauge, sum hevur Silju Star, ið tekur 48 fólk. Árliga ferðast eini 20-25.000 ferðafólk undir Vestmannbjørgunum á hesum túrum.

Umframt siglingina hevur Vestmanna Tourist Centre eisini Fjørukrónna og Søgusavnið, sum ferðafólkini kunnu vitja.

Dýrt at rigga til

Dýrasta tíðarskeiðið á árinum er fyrsti ársfjórðingur, tá tey gera bátarnar klárar til ferðafólkini. Ein ørgrynna av góðkenningum skal upp á pláss. Bátarnir eru sýnaðir bæði á sjógvi og landi, og so eru tað trygdarútgerð, brunaeftirlit, sendarar, tryggingar o.s.fr. Hetta tekur tíð og kostar nógvar pengar. Pengar, sum ikki koma inn aftur í kassan í bræði.

Gunnar Skúvadal væntar, at tey kunnu brúka tann partin av hjálparpakkanum, sum er til fastar útreiðslur hjá fyritøkum.

Tey hava eisini sent onkran í ALS-skipanina. Hetta eru fólk, sum tey høvdu gjørt avtalu við at arbeiða frá 1. apríl. Annars er økið ikki so starvsfólkatungt. Sjálvur starvast Gunnar fulla tíð og pápi hansara partstíð. Og tað hálva árið, sesongin er, hava tey fasta avtalu við fólk um at hjálpa til í fyritøkuni.

Væntar eitt null

- Eg sigi bara við meg sjálvan, at um vit klára at koma út við einum nulli í ár, so verður tað neyvan frægari, sigur Gunnar Skúvadal.

Hann sigur, at tey arbeiða við tankanum um at gera onkur serlig tilboð til føroyngar, nú talið á útlendskum ferðafólkum allarhelst verður lágt.

Annað á breddanum

  1. Starv sum samskiftisráðgevi til Vinnuhúsið

    Føroya Arbeiðsgevarafelag søkir eftir einum samskiftisráðgeva til Vinnuhúsið

    25. November. 2024 | Almenn tíðindi
    Ráðgevi2
  2. Hátíðarhald og diplomhandan í ferðavinnu í Vinnuhúsinum

    Týsdagin í farnu viku fingu næmingar í íverksetanar- og ferðavinnubreytini á NámX handað prógv í Vinnuhúsinum

    25. November. 2024 | Ferðavinna
    Námx 2
  3. LX International á vitjan í Vinnuhúsinum

    Í farnu viku vóru umboð frá Suðurkoreansku fyritøkuni, LX International, í Føroyum og kunnaðu seg um Føroyar og føroyskt vinnulív. Serliga var áhugin stórur fyri føroyskum makreli og laksi.

    25. November. 2024 | Samhandil
    Depositphotos 442622378 L