Vestnorden Travel Mart hildin fyri 27. ferð

15. oktober. 2012 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Ráðstevnan varð hildin í Hørpuni í Reykjavík tann 2. - 3. oktober 2012. Sum áður, so luttøku nógv ferðavinnufeløg úr Føroyum, Grønlandi og Íslandi

Seinastu árini hevur Vestnorden Travel Mart (VNTM) verið ein hornasteinur í marknaðarførsluni av teimum vesturnorðurlendsku londunum sum ferðamál. NATA hevur verið vertur fyri VNTM síðani 2006.  NATA (North Atlantic Tourism Association), sum er eitt ferðavinnusamtarv millum Grønland, Ísland og Føroyar, er fíggjað av ferðaráðunum í hesum londum. Saman við ferðaráðunum roynir NATA at menna VNTM til at verða mest umtókta ráðstevnan í teimum vesturnorðurlendsku londunum.

Guðrið Højgaard, ið hevur verið stjóri á  Visit Faroe Islands síðani apríl, hevði eina framløgu um Føroyar. Framløgan byrjaði við, at Guðrið Hansdóttir spældi lagið “Stjørnur”. Aftan á tann vakra sangin vísti Guðrið Højgaard eina myndarøð frá Føroyum, meðan hon greiddi frá framtíðarætlanum hjá Visit Faroe Islands. Eisini vóru framløgur frá hinum londunum.

Í ár vóru uml. 200 ferðavinnufeløg sera upptikin av at skipa fyri fundum við allar 106 keyparar frá 22 londum, sum luttøku á ráðstevnuni. Sambært Henny á Líknargøtu (sølu- og marknaðarstjóri á Smyril Line), so gevur ráðstevnan “serligar karmar til at selja føroyskar ferðatænastur til keyparar kring allan heimin”.

Næsta ár verður VNTM hildið av ferðaráðnum í Grønlandi. Ráðstevnan verður hildin í Nuuk tann 20. - 23. september.

Fyri at lesa meira um VNTM kanst tú fara inn á www.vestnorden.com

Annað á breddanum

  1. Føroya Handverksmeistarafelag: Lisitatiónslógin er ein styrki, ikki ein forðing

    Tá SEV í grein á VP sigur at pumpuskipanin í Vestmanna gjørdist dýrari orsaka av lisitatiónslógini, vil Føroya Handverksmeistarafelag gera vart við, at tað er ein undanførsla

    04. Juli. 2024 | Handverk og ídnaður
    Vinnuhusi 4991
  2. Nýggj kanning av marknaðaratgongd fyri føroyskar vørur og tænastur

    Føroyskar fiskaútflutningsfyritøkur eftirlýsa betri marknaðaratgongd tollmessiga og veterinert á fleiri áhugaverdum marknaðum. Føroyskir útflytarar av tænastum eftirlýsa fleiri tvískattasáttmálar

    01. Juli. 2024
    Depositphotos 442622378 L
  3. Hvør skal hava heiðurin sum Vinnuátakið 2024?

    Á árliga Vinnudegnum velur ein dómsnevnd á hvørjum ári Ársins Virki og Ársins Vinnuátak. Hetta er eisini ætlanin at gera í ár.

    25. Juni. 2024 | Almenn tíðindi
    VINNUÁTAKIÐ 2024