Viðmerking til Brúkaraumboðið. Útveit skeiðsvirksemi!

12. januar. 2015 | Áskoðan

Uppgávan hjá almennum stovnum, so sum Brúkaraumboðnum, er ikki at selja skeið til vinnufyritøkur. Tað eru longu vinnufyritøkur á marknaðinum, sum bjóða seg fram at skipa fyri skeiðum.

Brúkaraumboðið viðmerkti í farnu viku sjónarmiðið hjá vinnugreinafelagnum Samskifti um skeið, sum Brúkaraumboðið bjóðar. Í viðmerkingini spyr Brúkaraumboðið, um Vinnuhúsið heldur tað vera í lagi, at almennir stovnar selja skeið til undirprís. Sjálvandi er tað ikki í lagi!

Tað eru fyritøkur, sum burturav hava sum sítt virksemi at selja skeiðsvirksemi

- Marita Rasmussen, stjóri

Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum rekur Vinnuhúsið, hevur ta yvirskipaðu áskoðan, at almennir stovnar skulu halda seg frá at selja vørur ella tænastur, sum vinnufyritøkur eins væl kundu veitt. Hetta er eisini galdandi fyri skeið. Tað eru fyritøkur, sum burturav hava sum sítt virkisøki at selja skeiðsvirksemi av ymiskum slagi, og liggur slíkt virksemi munandi betri hjá hesum fyritøkum enn hjá einum almennum stovni. At tað almenna av og á heldur kunningarfundir um nýggja lóggávu uttan kostnað fyri fyritøkurnar, er sjálvandi ikki ein trupulleiki í hesum sambandi.

Eisini vinnugreinafeløg velja at bjóða kunning og skeið til sínar limir, sum liður í arbeiðnum at menna vinnugreinina, og kundi Brúkaraumboðið eisini valt at samstarva við hesi feløg.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya