Eins viðgerð av vinnum og rationalisering av almenna rakstrinum eru nakrir av boðskapunum frá Búskaparráðnum í várfrágreiðingini 2010. Jóhan Páll Joensen, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag, metir tó, at fleiri av tilmæltu átøkunum eru ov illa umhugsaði, tí miðað verður bert ímóti at loysa akutta tørvin hjá Landskassanum fyri at fáa minkað um strukturella hallið. Avleiðingar av hesum verða ikki umrøddar, og eingi uppskot eru um betringar í kørmunum fyri vinnu.
Grundarlagið undir vinnupolitikkinum skal til eina og hvørja tíð vera, at ymiskar vinnugreinar verða viðgjørdar eins í vinnu- og skattalóggávuni. Hetta er týdningarmesta amboðið til at tryggja, at kappingin ikki avlagast, og vinnugreinarnar sostatt hava somu møguleikar at mennast og vinna pening.
At mælt verður til, at framleiðsluvinna og sjóvinna framyvir skulu áleggjast oljuavgjald fyri at tippa holið í landskassanum, er alt ov lítið framskygt og undirbygt, serliga tá hugsað verður um, at framleiðsluvinnan og sjóvinnan eru í sera tungum sjógvi. Føroya Arbeiðsgevarafelag minnir á, at t.d. í Danmark er sjóvinnan sum heild undantikin slík gjøld, og framleiðsluvinnan á landi kann í stóran mun fáa avgjøld av hesum slagi endurgoldin.
At Búskaparráðið ikki mælir til, at almenni sektorurin, sum hevur vaksið seg størri enn vinnulívið í Føroyum, ikki skal spenna reimina inn, er óskilligt. “Hetta kann ikki tulkast øðrvísi enn, at Búskaparráðið heldur, at almennu arbeiðsplássini mugu verjast og arbeiðsplássini í vinnuni ikki eru líka týdningarmikil,” heldur Jóhan Páll Joensen, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag.
“Studningur til vinnulívið eigur at verða avtikin, tað kunnu vit bara verða samd um”, sigur Jóhan Páll Joensen, “men týdningarmikið er, at hetta verður gjørt yvir eitt hóskandi áramál, so grundarlagið ikki verður tikið undan hesum vinnum yvir náttina. At borið so í bandi, at fiskivinnan varð lívfrøðiliga burðardygg, hevði verið ein góður máti at minka um studningstørvin”.
“At búskaparkreppa er, ivast vit ikki í. At áleggja vinnulívinum størri kostnaðir í hesum tíðarskeiðnum, mælir Føroya Arbeiðsgevarafelag staðiliga frá”, sigur Jóhan Páll Joensen, “hetta førir til fleiri húsagangir og økjandi arbeiðsloysi. Berast má soleiðis í bandi, at tey tiltøk, sum verða gjørd, verða gjørd soleiðis, at tey tilskunda vinnuligum virksemi og ikki køva vinnuligum virksemi við økjandi arbeiðsloysi sum fylgju”.
Annað á breddanum
Gleðilig jól og gott nýggjár
Við tøkk fyri tað brátt farna árið, ynskir Føroya Arbeiðsgevarafelag øllum sínum limum og samstarvsfeløgum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár
16. Desember. 2024 | Almenn tíðindiLærupláss: Ein spennandi og møguleikarík leið
Í farnu viku skipaði Føroya Handverksmeistarafelag fyri einum afturvendandi kunnandi tiltaki fyri næmingum á NámX. Tiltakið, ið hevur til endamáls at vísa á týdningin av læruplássi sum næsta stig í yrkisleiðini, savnaði uml. 100 næmingar, ið fingu eitt spennandi innlit í, hvat krevst fyri at sleppa í læru.
16. Desember. 2024Lógaruppskotið um Suðuroyartunnil ikki nóg búgvið at leggja fyri Løgtingið enn
Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast um, at politiska skipanin hevur tikið stig til at fyrireika eina langtíðarloysn fyri flutning til og úr Suðuroy. Lógaruppskotið er tó ikki nóg búgvið at leggja fyri Løgtingið enn
16. Desember. 2024 | Almenn tíðindi