Vinnuhusid 3

Viðmerking til løgtingskjak: Javnsetið føroysku arbeiðsmegina

19. oktober. 2023 | Áskoðan

Føroyingar, sum arbeiða heima í Føroyum skulu hava somu skattligu treytir, sum teir føroyingar, ið arbeiða uttanlands.

Føroyingar, sum arbeiða heima í Føroyum skulu hava somu skattligu treytir, sum teir føroyingar, ið arbeiða uttanlands. Tað heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum heitir á politisku skipanina um at javnseta kappingina um føroysku arbeiðsmegina við at avtaka serskattaskipanir á arbeiðsmarknaðinum, sum gera tað meira lokkandi at arbeiða uttanlands.

Avtakið serskipanirnar
Løgtingið viðgjørdi í gjár spurningurin um at taka burtur serskipanirnar. Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast um, at Løgtingið tekur hetta evnið upp, tí felagið er av teirri sannføring, at tað má ongantíð vera skattaskipanin, sum rekur fólk av landinum. Tí er neyðugt at taka av serskipanirnar, sum beinleiðis eggja fólki at fara uttanlands at arbeiða.

Stuðla útlendskum arbeiðsgevarum
Nógvar føroyskar fyritøkur hava brúk fyri at seta fleiri starvsfólk í starv. Tað er tí burtur úr vóni og viti, at føroyski landskassin við ymiskum serskipanum, eitt nú uttanlands- og samdøgursfrádrátti, er við til stuðla útlendskum arbeiðsgevarum at lokka føroyingar at arbeiða uttanlands.

Lækkið inntøkuskattin
Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at tað er eingin orsøk til, at ein føroyingur, sum arbeiðir í Føroyum, skal rinda munandi meira í skatti enn ein føroyingur, sum ger neyvt sama arbeiði uttanlands. Samstundis sum slíkar serskipanir verða tiknar av, eigur føroyski lønarskatturin eisini at lækka. Soleiðis gerast vit meira kappingarfør við grannalondini um at fáa starvsfólk at velja at búsetast og arbeiða í Føroyum.

Føroya Arbeiðsgevarafelag

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya