Viðmerkingar til fíggjarlógaruppskotið fyri 2011

18. oktober. 2010 | Áskoðan

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur hugt eftir uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2011 og samanfatandi kann sigast, at uppskotið er av handahógvi merkt, og at karmarnir fyri føroyskt vinnulív eru so óstabilir, at tað er óforsvarligt.

Við teimum avbjóðingum, ið stórir partar av heiminum hava rent seg í, er tað í dag helst ikki nøkur løtt uppgáva at smíða uppskot til eina fíggjarlóg , ið flest øll kunnu verða nøgd við.

Í viðmerkingunum til fíggjarlógaruppskotið verður millum annað sagt, at størstu avbjóðingarnar hjá landi og kommunum næstu árini verður at venda fíggjarlógarhallinum til avlop, og soleiðis fáa tamarhald á skjótt vaksandi skuldini, “tá privata vinnan spakuliga kemur fyri seg aftur”.
Hesar viðmerkingar kunnu tulkast sum ein staðfesting av, at tað er privata vinnan, ið hetta samfelagið hvílir á. Tíverri sæst tó alt ov lítið til, at tær politisku raðfesting­arnar verða kjølfestar við støði í hesari sannroynd.
Tvørturímóti kann Føroya Arbeiðsgevarafelag enn einaferð staðfesta, at endamálið um støðugar karmar fyri vinnuna ikki tykist at vera grundarlag fyri politiskum avgerðum. Og hetta ger tað sjálvsagt torført hjá vinnuni at koma fyri seg aftur – eisini spakuliga.
Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur fyri fyrst valt at gera viðmerkingar til nøkur ávís uppskot í ætlaðu fíggjarlógini fyri 2011. Hesi eru, at gjaldið til barsilsskipanina skal hækka, at partafelagsskatturin skal hækka, at eykaskattur, ella sonevnd “tilfeingisrenta”, verður løgd á ávísar vinnur, og at avgjøld verða løgd á alla oljunýtslu. Hesi mál verða viðgjørd hvør sær niðanfyri, men kunnu í stuttum lýsast soleiðis:
·         Gjaldið til barsilsskipanin skal hækka, og bæði vinna og borgarar skulu gjalda meira komandi ár. Hetta sjálvt um barsilsskipanin síðan 2006 hevur havt yvirskot á umleið 22 mió. kr. Hetta yvirskotið er fallið til landskassan og ikki í grunn at standa ímóti við, soleiðis sum partarnar á arbeiðsmarknaðinum hava mælt til, og sum hevði verið gott at havt seinastu tvey árini, barsilsskipanin hevur givið hall. Nú skal vinna og borgari gjalda meira í staðin.
·         Ætlanin er, at partafelagsskatturin skal hækka 2%  fyri alla vinnu og 5,5 % fyri ali- og fiskivinnuna. Fyri hesar báðar vinnur verður eykaskattur álagdur av einum sokallaðum seravlopi, sum er meira enn ein mió. kr. um árið. Hetta merkir meirskatting av teimum fyritøkum, sum roknað hevur verið við vóru førar fyri at endurnýggja vinnutólini umframt at gera íløgur í fleiri og nýggj arbeiðspláss . Hesin eykaskatturin á vinnu fer uttan iva at ávirka áhugan í at gera íløgur og at vaksa um framleiðsluna í landinum.
·         Somuleiðis er ætlanin at álegga vinnu og borgarum avgjøld á alla oljunýtslu. Oljuavgjaldið fer helst at føra við sær eina munandi minking í virkseminum í pelagiska ídnaðinum og frystigoymslunum á landi, umframt at virksemið at veita útlendskum skipum tænastur í Føroyum fer at verða ávirkað munandi skeiva vegin.
 
Føroya Arbeiðsgevarafelag er sannført um, at avleiðingin av hesum uppskotum, í meira og minni mun, verður minkandi virksemi.
 
Gjaldið til Barsilsskipanina skal sambært fíggjarlógaruppskotinum hækka frá 0,62% til 0,68% av A-inntøkuni bæði fyri arbeiðsgevarar og arbeiðstakarar. Orsøkin er, at seinastu tvey árini hevur Barsilsskipanin samanlagt givið eitt undirskot á umleið 8 mió. kr.
Tá Barsilsskipanin varð sett á stovn í 2001, var grundarlagið, at landskassin fyrstu árini skuldi gjalda helvtina av barsilspengunum umvegis fíggjarlógina og arbeiðsmarknaðurin hina helvtina. Gjaldið var tá 0,25%. Orsøkin til, at tað almenna stóð fyri helvtini av kostnaðinum, var, at almenni kassin spardi útreiðslur í barsilsgjaldi hjá alment settum og í minni útgjaldi frá Almannastovuni. Í 2006 var hetta broytt til, at arbeiðsmarknaðurin skuldi yvirtaka alla fíggingina av skipanina í síni heild, og gjaldið til Barsilsskipanina var í hesum sambandi hækkað til 0,62%.
Síðani arbeiðsmarknaðurin yvirtók fullu ábyrgdina av Barsilsskipanini í 2006, hava samlaðu inngjøldini til skipanina verið 338,4 mió kr og útgjøldini hava verið 309,1 mió kr. Sostatt hevur skipanin í hesum tíðarskeiði havt eitt yvirskot uppá tilsamans 29,3 mió kr. Um umsitingin av skipanini verður tikin av hesi upphædd, er yvirskotið áleið 22 mió. kr (Kelda: Gjaldstovan og roknskapir fyri Barsilsskipanina 2001-2009).
Í hesum sama tíðarskeiðið hevur politiska skipanin broytt fortreytirnar fyri Barsilsskipanina og soleiðis økt um møguleikarnar at fáa pening úr skipanini.
Sostatt kann sigast, at arbeiðsmarknaðurin við verandi barsilsgjaldi hevur gjoldið ein eykaskatt á 22 mió. kr, sum er tilfallin landskassanum. Orsøk er at halda, at um Barsilsskipanin eitt av komandi árunum hevur yvirskot, so fer hetta eisini koma landskassanum til góðar.
Partarnar á arbeiðsmarknaðinum hava í fleiri umførum víst á, at Barsilsskipanin eigur at vera skipað sum grunnur á sama hátt sum ALS. Orsøkin til hetta er, at um tað er ein grunnur, sum goldið verður í, so kann yvirskotið av skipanini einstøk ár koma til góðar, tá útgjøldini hækka ella inngjøldini lækka. Hetta sjónarmið hevur tó ikki vunnið frama í politisku skipanini og kanska serliga í umsitingini.
Hetta heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag vera óskilligt, tí ein grunnur hevði verið við til at tryggja støðug viðurskifti bæði fyri vinnu og borgara. Hetta hevði merkt, at barsilsgjaldið ikki hevði hækkað í teimum tíðarskeiðum, tá búskapurin líðir undir lágkonjunkturi.
Føroya Arbeiðsgevarafelag kann staðfesta, atstøðugir karmar fyri vinnulívið ikki eru grundarlagið undir tí politikki, sum nú verður førdur. Ætlaða hækkingin í barsilsgjaldinum og óviljin at ganga ynskinum hjá arbeiðsmarknaðinum um ein barsilsgrunn á møti eru greið tekin um, at landsstýrið ikki tekur atlit til ynskini, sum høvdu kunnað tryggjað vinnuni og borgaranum støðugar fortreytir.
 
Í uppskotinum til fíggjarlóg er ætlanin at hækka partafelagsskattin frá 18% til20%, galdandi frá 2012.
Føroya Arbeiðsgevarafelag kann ikki annað enn takka sær sjálvum fyri, at hetta uppskotið nú er partur av fíggjarlógini. Í sambandi við, at Føroya Arbeiðsgevarafelag gjørdi viðmerkingar til Ólavsøkupakkan, sum landsstýrið legði fram í 2009, viðmerkti felagið, at tey selektivu tiltøk, sum Ólavsøkupakkin legði upp til, vóru kappingaravlagandi millum vinnugreinar. Hesi tiltøk vóru til dømis hækking av felagsskattinum hjá ávísum vinnugreinum og avmarking í tax-free sølu. Fyri at sleppa undan selektivu tiltøkunum mælti Føroya Arbeiðsgevarafelag í staðin til, at hækka partafelagsskattin við 2%, galdandi fyri alla vinnu.
Uppskotið frá Føroya Arbeiðsgevarafelag er nú tikið burturúr tí heild, sum tað varð givið í. Ætlanin er nú at seta í verk eina røð av selektivum tiltøkum umframt at gjøgnumføra eina generella hækking av partafelags­skattinum.
Út frá hesum kunnu vit bara staðfesta, at tað ikki loysir seg at koma við uppskotum, sum eftir meting Føroya Arbeiðsgevarafelags høvdu verið heldur frægari enn tey, ið tá ætlanir vóru um.
 
Í uppskotinum til fíggjarlóg er eisini eitt uppskot um at áleggja fyritøkum í ali- og fisikvinnuni ein eykaskatt, sum verður kallaður tilfeingisrenta.
Stjórin á Hagstovu Føroya segði í fjølmiðlunum herfyri, at hetta uppskotið kundi kallast skattarøvarí og hevði einki við tilfeingsrentu at gera. Føroya Arbeiðsgevarafelag kann ikki annað enn taka undir við stjóranum á Hagstovuni í hesum málinum.
Uppskotið gongur út uppá at skatta tær fyritøkur, sum forvinna meira enn 1 mió. kr., við 3,5% eykaskatti av tí avlopinum, sum er størri enn 1 mió.kr.Og hetta skal eftir ætlan gerast við støði í  einum mettum avlopi. Í frágreiðingini til fíggjarlógaruppskotið verður greitt frá, at loyvisavmarkaðu vinnurnar skulu skattast grundað á, at serrættindini, sum loyvini geva,  geva seravlop, og at tað er rímuligt at skatta hetta seravlop. Hetta merkir við øðrum orðum, at landsstýrið metir, at eitthvørt ársúrslit yvir 1 mió. kr. er eitt seravlop, sum skal skattast við serskattinum á 3,5%. Somuleiðis er ætlanin, at hetta fyribils skal vera galdandi í eitt ár, fyri síðani at seta aðra skipan í verk, sum ein arbeiðsbólkur skal finna fram til.
Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at handfaringin av hesum málivísir, hvussu lítla vitan og hvussu lítla virðing landsstýrið hevur fyri vinnuni. At seta skipanir í gildi og í sama viðfangi siga, at onnur skipan er í væntu, sum eingin veit hvat er, eru ikki karmar at bjóða vinnulívinum.
Enn einaferð kann Føroya Arbeiðsgevarafelag tí staðfesta, at endamálið um støðugar karmar fyri vinnuna ikki er grundarlag undir avgerðum landsstýrisins.
 
Í uppskotinum til fíggjarlóg er uppskot um at leggja oljuavgjald á autodiesel og allar aðrar oljuúrdráttir. Á henda hátt verða eftir ætlan tilsamans 40 mió. kr. tiknar frá vinnu og øðrum brúkarum.
Uppskotið er, at 10 oyru eyka verða løgd á allar oljuúrdráttir, undantikið dieselolju, har 50 oyru eyka verða løgd á.
Argumentini í frágreiðingini til fíggjarlógaruppskotið eru, at hetta verður gjørt fyri at breiðka um skattagrundarlagið hjá landskassanum, og sostatt fáa meirinntøkur, og at størri atlit verða tikin til umhvørvið í avgjaldspolitikkinum. Ført verður eisini fram, at hetta avgjaldið er soleiðis háttað, at tað er so breitt, at tað rakar øll, og at fyrimunurin við hesum er, at avgjaldið ikki er kappingaravlagandi.
Aftur her útmerkar landsstýrið seg við manglandi innliti í vinnulívið. At grundgeva við, at avgjaldið ikki er kappingaravlagandi, elvir til spurningin “kappingaravlagandi í mun til hvønn”?
Er tað framleiðslufyritøkurnar í Føroyum? Tær fyritøkur, sum kappast við útlendskar fyritøkur á útlendskum marknaðum? Ella kanska fyri føroyska fiskivinnu, sum skal avseta sínar vørur á útlendskum marknaði í kapping við onnur? Ella kanska fyri nýliga stovnaða virksemið, har føroyskar fyritøkur selja oljuúrdráttir til fremmand skip, fyrst og fremst?
Jú, hetta er júst kappingaravlagandi í mun til hesar vinnur! Føroyskar fyritøkur kappast við útlendskar fyritøkur um at fáa avsett vøru á einum altjóða marknaði, og tí ávirkar eitthvørt avgjald, sum føroyskar fyritøkur verða álagdar, kappingarevnini hjá fyritøkunum.
At hesar somu fyritøkur hava sítt virksemi í Føroyum, er í sær sjálvum ein avbjóðing fyri kappingarevnini. Føroyar eru fjarskotnar í mun til altjóða marknaðin, og eykakostnaðir eru tengdir at hesum veruleika, m.a. orsaka av flutningi.
Føroya Arbeiðsgevarafelag metir, at oljuavgjøldini kunnu hava sera stóra ávirkan á atburðin hjá fiskivinnuni. Størri skip fara at velja at selja rávøruna aðrastaðni enn í Føroyum og soleiðis spara tey 40-50.000 kr í oljuútreiðslum. Ikki kann væntast, at pelagiski ídnaðurin á landi í Føroyum og frystigoymslurnar í Føroyum klára at kompensera í prísi í mun til hetta avgjald. Eisini verður flotin undir Føroyum skundaður til at selja rávøruna uttanfyri Føroyar orsakað av hesum.
Stórur vandi er somuleiðis fyri, at virksemið at selja olju til útlendsk skip steðgar av hesum avgjaldinum, orsakað av manglandi kappingarføri. Hetta hevur sjálvandi stóra ávirkan bæði á fyritøkuna, ið fæst við hetta virksemi, og á nærumhvørvið, bæði kommunu og veitarar annars í økinum.

Annað á breddanum

  1. Gleðilig jól og gott nýggjár

    Við tøkk fyri tað brátt farna árið, ynskir Føroya Arbeiðsgevarafelag øllum sínum limum og samstarvsfeløgum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár

    16. Desember. 2024 | Almenn tíðindi
    Jól
  2. Lærupláss: Ein spennandi og møguleikarík leið

    Í farnu viku skipaði Føroya Handverksmeistarafelag fyri einum afturvendandi kunnandi tiltaki fyri næmingum á NámX. Tiltakið, ið hevur til endamáls at vísa á týdningin av læruplássi sum næsta stig í yrkisleiðini, savnaði uml. 100 næmingar, ið fingu eitt spennandi innlit í, hvat krevst fyri at sleppa í læru.

    16. Desember. 2024
    20241211 102219
  3. Lógaruppskotið um Suðuroyartunnil ikki nóg búgvið at leggja fyri Løgtingið enn

    Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast um, at politiska skipanin hevur tikið stig til at fyrireika eina langtíðarloysn fyri flutning til og úr Suðuroy. Lógaruppskotið er tó ikki nóg búgvið at leggja fyri Løgtingið enn

    16. Desember. 2024 | Almenn tíðindi
    Depositphotos 11083879 L