Vilja vit KT?

18. oktober. 2021 | Tíðindi | KT- og samskifti

Við politiskum vilja kunnu Føroyar gerast førandi innan kunningar- og samskiftistøkni (KST). At Fróðskaparsetrið í næstum fer at bjóða Master í KT-verkfrøði er eitt týdningarmikið stig, men tað er langt á mál

Fyri góðari viku síðani skipaði Vaktrarforum fyri KST fyri verkstovu, fyri at seta kós á talgildan vøkstur. Nógv fólk við áhuga fyri KST vóru savnað í Norðurlandahúsinum hendan dagin. Eitt av málunum var, at fáa eina langtíðar KST-strategi fyri Føroyar. Fyri KT-felagið er hetta neyðugt, tí felagið hevur leingi leitað eftir einari politiskari ætlan. Landið hevur her ein týdningarmiklan leiklut.

Verkætlanin Talgildu Føroyar er ein týdningarmikil liður í, at Føroyar skulu vera á odda tøkniliga. Talgildu Føroyar nýta í størsta mun føroyskar loysnir. Tað sama gera fleiri stovnar í landinum. Men skulu Føroyar vera undangonguland er neyðugt, at allir almennir og kommunalir stovnar hugsa føroyskar loysnir, heldur enn at keypa skipanir, sum eru gjørdar til ein annan tørv, og ofta fyri ovurprís.

Harumframt er avgerðandi, at skipanir verða gjørdar av tí almenna, soleiðis at tað loysir seg at gera íløgur í KST vakstrarfyritøkur, gransking og menning. Eitt nú við at geva skattligir fyrimunur.

Hetta er við til at seta ferð á talgildingina í Føroyum og ger okkum effektivari, umframt at tað er við til at leysgeva arbeiðsmegi.

Útbúgva fleiri KT-fólk

Tað er eingin loyna, at tað er ovurhonds stórur eftirspurningur eftir arbeiðsmegi. Tí er neyðugt, at gera skipanir sum kunnu lætta um hjá starvsfólki, soleiðis at til ber at lata hendur leysar til tey størv, har tørvurin á hondum er størstur.

At Fróðskaparsetrið í næstum fer at bjóða Master í KT-verkfrøði og fer at taka næmingar inn á hvørjum ári vísir, at mann hevur skilt álvaran í, at neyðugt er at útbúgva KT-fólk fyri at megna at fylgja við tøkniligu menningini. KT-felagið fegnast um hetta stigið.

Tó mangla grundleggjandi førleikar hjá fólki at gagnnýta tøknina til fulnar. Tí er tað týdningarmikið at seta KT á skrá í øllum skúlaverkinum, soleiðis at vit gerast tøkniliga búgvin at taka ímóti tøknini.

Politiskur vilji

Eingi av hesum átøkum eru serliga kostnaðarmikil. Als ikki, tá havt verður í huga, tað virðið, sum tað skapar at vera KST undangonguland. Men hetta krevur politiskan vilja. Tað mugu gerast skipanir, soleiðis at tað er dámligt at gera íløgur í gransking og menning innan KST.

Somuleiðis má skúlaskipanin endurskoðast. Munandi meira av KT skal inn í skúlan, serliga í miðnám, har millum lítil og eingin frálæra er í KT. Hetta eru serliga politisk átøk, sum væl kunnu fremjast, um altso vit vilja KT.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya