Í farnu viku vóru tvey kunningartiltøk um byggireglugerðina, sum kemur í gildi 1. januar 2017.
Tað vóru Føroya Handverksmeistarafelag, Ráðgevarafelagið og Byggiharrasamtak Føroya, sum skipaðu fyri kunningartiltøkunum. Til fyrra tiltakið var Runavíkar kommuna vertur. Tiltakið varð hildið í fimleikahøllini við Løkin. Seinra tiltakið varð í Vinnuhúsinum.
Tiltakið varð skipa sum kunningarfundur, har vinnan hevði møgleika at seta spurningar til tað nógva tilfarið í byggireglugerðini. Fyrst greiddi Ólavur J. Hansen, fulltrúi í Heilsu- og innlendismálaráðnum, frá lógarkørmunum umkring reglugerðina, áðrenn Marius Müller, deildarstjóri á teknisku deild í Tórshavnar kommunu, gjøgnumgekk sjálva byggireglugerðina við fokus á hvørjar broytingar verða galdandi frá 1. januar komandi ár.
Endamálið við byggireglugerðini er at fáa betri byggarí. ”Hetta er uppá tíðina” heldur Magnus Magnussen, formaður í Føroya Handverksmeistarafelag. ”Tað hevur stóran týdning hjá fólki at vita, at teirra hús liva upp til ein ávísan standard”.
Tíðliga komandi ár fara fyriskiparirnir at hava serstakar gjøgnumgongdir fyri ymisku byggifakini.