Vika 10 Aðalfundurin Hjá RFH (Mynd Til Tíðindi)
Reiðarafelagið fyri Handilsskip

Vinnan hevur brúk fyri betri marknaðaratgongd

08. mars. 2023 | Tíðindi | Shipping

Mikudagin 1. mars hevði RFH aðalðfund. Fyri vali stóðu Jens Meinhard Rasmussen og Gunnbjørn Joensen, og báðir vóru afturvaldir sum nevndarlimir.

Á aðalfundinum legði formaðurin, Jens Meinhard Rasmussen, ársfrágreiðingina fram. Hann nevndi m.a., at felagið hevur javnan víst á, at handilsskip tørva betri marknaðaratgongd, um vinnan skal verða kappingarfør við útlendsku kappingarneytarnar. Tí mælir felagið nýggja landsstýrinum til at fara undir arbeiði at fáa fleiri tvískattaavtalur og avtalur um cabotagesigling.

Vit fegnast um, at Handilsflotin stendur seg væl í kappingini um sjófólk, og at talið av skipum og starvsfólkum í vinnuni er støðugt. Avbjóðingarnar eru tó tær somu sum undanfarnu ár s.s. avmarkaða tilgongdin av fulltiknum dekkarum og atgongd til starvsfólk yvirhøvur, segði Jens Meinhard Rasmussen.

Farna árið hevur verið merkt av óvissuni kring heimin. Vinnan er rakt av príshækkingum og vaksandi inflasjón, sum ger, at reiðaríini mugu umhugsa sítt virksemi gjølla.

Handilsskip virka undir altjóða krøvum, og bæði IMO og ES londini hava sett víðfevnd krøv í verk fyri at minka útlát og verja umhvørvið.  Vinnan hevur sum mál at røkka hesum krøvum, og gera stórar íløgur innan menning og nýggja útgerð komandi árini.

Til ber at lesa ársfrágreiðingina her: Leinki til ársfrágreiðing

Í nevndini fyri Reiðarafelagið fyri Handilsskip sita: Jens Meinhard Rasmussen, formaður, Hentzar Steingrímsson, næstformaður, Gunnbjørn Joensen, Sjúrður Johansen, Bogi P. Nielsen og Álvur Højgaard.

Annað á breddanum

  1. Aliráðstevnan verður fríggjadagin 28. februar

    Setið kross í kalendaran 28. februar, tá árliga Aliráðstevnan verður hildin á Hotel Føroyum

    13. Januar. 2025 | Havbúnaður
    Billede1
  2. Nýggjur samskiftisráðgevi í Vinnuhúsinum

    Vinnuhúsið hevur sett Áka Leitisstein Hansen í starv sum samskiftisráðgeva

    13. Januar. 2025 | Almenn tíðindi
    Áki Leitisstein Hansen Vika 3
  3. Nýggjur faldari til útlendsk starvsfólk

    Vinnuhúsið og Útlendingastovan hava í samstarvi gjørt nýggjan faldara til útlendsk starvsfólk.

    06. Januar. 2025
    14Df86a26f309af3d8b49339cbf17f39464397f5 W1152 H0 Fs