Tað er metlágt arbeiðsloysi í Føroyum, og hetta ger tað sera trupult at fáa mannað leys størv við fólki við teimum røttu førleikunum. Skulu góðu tíðirnar halda fram, mugu føroyskar fyritøkur fáa betri atgongd til arbeiðsmegi, og hetta eigur ikki einans at vera avmarkað til ES-borgarar.
Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur tørv verða á at víðka skipanina, har føroyskar fyritøkur kunnu verða undangóðkendar til smidliga at seta í starv útlendska arbeiðsmegi. Í langa tíð hevur verið trupult at fáa starvsfólk til leys størv, ikki minst starvsfólk við teimum røttu førleikunum. Í síðstu viku boðaði Hagstova Føroya so frá, at arbeiðsloysið nú er komið niður á 1,1%, sum er lægsta arbeiðsloysið, vit nakrantíð hava mált í Føroyum.
Fráboðanin frá Hagstovuni eigur at fáa okkum at handla skjótt. Vit mugu gera tað lættari at fáa atgongd til útlendska arbeiðsmegi, tí so at siga øll, sum eru tøk á føroyska arbeiðsmarknaðinum, eru longu í starvi. Avmarkaða atgongdin til arbeiðsmegi avmarkar hendan búskaparvøksturin og vælferðina í Føroyum, og tað førir til lønartrýst og prísvøkstur. Heldur gongdin fram uttan at nakað verður gjørt við møguleikarnar at fáa arbeiðsmegi gerst støðan alt annað líka bara verri.
Tað almenna – landið, almenn feløg og kommunurnar – eru í stóran mun við til at økja um trýstið á arbeiðsmarknaðin við stóra íløguvirkseminum, og gevur hetta úrslit í høgum prísum og lønartrýsti. Stóra almenna íløguvirksemið ger tað uppaftur meira neyðugt at betra um atgongdina hjá vinnuni til arbeiðsmegi.
Skipanin í dag er tann, at føroyskar fyritøkur hava lættari atgongd til arbeiðsmegi úr ES, tá arbeiðsloysið í Føroyum fer niðurum 3,5 %. Vit eru langt niðanfyri 3,5 % nú, og ES-skipanin er við til at lætta um atgongdina til arbeiðsmegi, men hetta er tó als ikki nokk.
ES-arbeiðsmarknaðurin er nú so mikið væl troyttur fyri arbeiðsmegi, at tað er trupult at finna starvsfólk gjøgnum ta skipanina. Arbeiðsloysið í ES er eisini lágt, og tí er ikki líka nógv, sum eru áhugað í at fara uttanlands at arbeiða. Føroyskum vinnulívi tørvar lættari atgongd til arbeiðsmegi yvirhøvur.
Til valið í 2015 hevði Føroya Arbeiðsgevarafelag sum valynski, at 3,5 % markið skuldi takast burtur. Tá var arbeiðsloysið um 3 %. So hóast Føroya Arbeiðsgevarafelag framhaldandi hevur tí greiðu støðu, at markið á 3,5 % eigur at verða tikið burtur, so er hetta als ikki nokk í mun til verandi støðu á arbeiðsmarknaðinum.
Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir tí til, at skipanin við forhondsgóðkenning av fyritøkum at taka ímóti arbeiðsmegi verður gjørd generel fyri allan heimin ella í øllum førum nógv fleiri lond enn í dag.
Tað má arbeiðast skjótt við hesum máli, og Føroya Arbeiðsgevarafelag luttekur fegin í arbeiðinum, um tørvur er á tí.
Føroya Arbeiðsgevarafelag