Vinnan má fáa ein vón um at yvirliva

31. mars. 2020 | Áskoðan

Føroyska koronatilbúgvingin eigur at verða fyrimynd fyri, hvussu vit nú taka næsta stigið við einari tilbúgving nummar tvey, soleiðis at føroysk vinna megnar at hóra undan og ikki verður ov byrjað av koronakreppuni

Almenna koronatilbúgvingin hevur megnað at stýrt og organisera á ein slíkan hátt, at alt tað føroyska samfelagið hevur lurtað og tikið tilráðingarnar frá nevndini til sín.

Alt bendir á, at hetta hevur eydnast væl, og at vit hava tamarhald á smittuspjaðingini, men tilráðingarnar hava eisini havt síni hjáárin, tí virksemið í stórum pørtum av føroyska samfelagnum er minkað niður í einki.

Føroya Arbeiðsgevarafelag fer tí at mæla myndugleikunum til at brúka koronatilbúgvingina sum fyrimynd til eina tilbúgving nummar tvey, hvørs endamál verður at forða fyri, at koronatiltøkini fáa ov ógvusligar avleiðingar fyri føroyska samfelagsbúskapin, soleiðis at vinnan sleppur best møguliga ígjøgnum og burtur úr koronakreppuni.

Uppgávurnar hjá tilbúgvingini verða m.a., at fáa yvirlit yvir støðuna, finna fram til, hvørjar fyritøkur hava brúk fyri bráðfeingis hjálp, tí tær hava verið noyddar at leggja virksemið niður undir korona­undan­taksstøðuni, og hvussu samfelagshjólini kunnu koma upp aftur í ferð, tá ið føroyska samfelagið byrjar at lata upp aftur.

Fleiri privatar fyritøkur eru longu komnar illa fyri, tí tær hava tikið samfelagsábyrgd og sæð seg noyddan at lukka virksemið niður, fyri at fylgja tilmælunum frá myndugleikunum, um at forða koronasmittuna at spjaða seg.

Hesar eiga ikki at verða slept upp á fjall nú. Tær eiga at fáa eina vón um at yvirliva, tá ið koronakreppan hasar av, og vanligi gerandisdagurin byrjar aftur. Eitt yvirlit má tí fáast yvir støðuna beinanvegin, soleiðis at rætti heilivágurin kann gevast teimum fyritøkum, ið eru komnar serliga illa fyri av koronakreppuni.

Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast tí um, at myndugleikarnir hava boðað frá, at hjálparpakki 2, sum serliga vendir sær til hesar fyritøkur, nú verður fyrireikaður.

Tað hevur samstundis skund, at hyggja longur fram í tíðina, soleiðis at vit eisini hava ein handlingsætlan, hvussu samfelaghjólini fáast upp aftur í ferð, tá ið samfelagið fer at lata uppaftur.

At fáa føroyska samfelagið at hóra undan koronakreppuni og koma í gongd aftur, verður eitt felags átak fyri alt tað føroyska samfelgið.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya