Vinnan møtir politikarum í Kaffihúsinum í dag

20. oktober. 2011 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Í dag kl. 16.30 verða vinnusjónarmiðini “Koyrið so á motorin” hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag løgd fram fyri politikarunum. Vinnulívsfólk vera tilstaðar, fús til eitt prát við politikarar og valevnir.

Nevndin í Arbeiðsgevarafelagnum vónar at síggja so nógvar politikarar og valevnir sum gjørligt til hetta hugnaliga og óformliga tiltak, har politikarar og vinnulívsfólk fáa eitt gott høvi áðrenn løgtingsvali at hittast og tosa um viðurskifti viðkomandi fyri føroyskt vinnulív og samfelag .
Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur tað vera avgerandi, at neyðugar avgerðir verða tiknar og politiskar ætlanir framdar í verki. Í nýggju vinnusjónarmiðum felagsins eru tí tilmæli um, hvat dentur skal leggjast á í framtíðar vinnupolitikki og skipanum fyri føroyska samfelagið sum heild. Málið er at fáa vøkstur í føroyska búskapin og soleiðis fáa ment samfelag okkara.  

Annað á breddanum

  1. NámX-næmingar fingu diplom í ferðavinnu

    NámX-næmingar fingu fríggjadagin diplom eftir níggju vikur við frálæru í ferðavinnu

    08. desember. 2025 | Ferðavinna
    IMG 5856
  2. Frávik frá føroyska málinum fær kalda móttøku

    Bæði Føroya Handverksmeistarafelag og Ráðgevarafelagið mótmæla uppskotinum um at loyva útboðum á øðrum máli enn føroyskum

    08. desember. 2025 | Almenn tíðindi
    Skærmbillede 2023 05 30 120113
  3. KT-vinnan setur útflutning á dagsskránna

    KT-vinnan savnast 16. desember fyri at seta útflutning av føroyskum KT-loysnum í miðdepilin og leggja kós fyri altjóða menning

    02. desember. 2025 | KT- og samskifti
    Vinnuhusid 4