Vinnan skal gjalda nú hall er í landskassanum – hetta vísir seg at vera politikkur landsstýrisins. Størvini innan vinnulívið eru ikki týdningarmikil, er okkara niðurstøða.
Vinnulívið líðir undir, at eftirspurningurin er fallin, og ger tí tað einasta møguliga – skipar virksemi soleiðis, at til ber at koma yvir truplu tíðina. Um tað ikki verður gjørt, fara fyritøkurnar á húsagang, so einkult er tað. Almenni kassin líðir undir, at inntøkurnar svíkja, men lítið verður gjørt fyri at minka um útreiðslurnar. Rokningin verður bara send vinnuni.
Seinasta árið hava vit ferð aftaná ferð fingið at vita, at tað almenna ikki skal spara uppá útreiðslurnar, tí tað styrkir um búskaparkreppuna í landinum. Ikki kann sigast annað enn, at politiska skipanin hevur lurtað sera væl eftir hesum ráðum. Nú karmurin fyri fíggjarlógina 2011 skal leggjast fram, sær út til at politiska skipanin fær panikk. Undirskotið skal niður, og vinnulívið skal gjalda. Vinnulívið, sum liggur í sori orsaka av fallandi eftirspurningi seinasta 1½ árið.
Hóast svarið tykist upplagt, so verða vit noydd at spyrja, um ikki minkandi virksemi í vinnulívinum hevur somu ávirkan sum minkandi virksemi hjá almenna sektorinum? Ivi er ikki um, at vinnufíggindaliga virksemi, sum landsstýrið leggur fyri dagin, fer at fækka um arbeiðsplássini í vinnuni. Hesi arbeiðspláss hava eftir øllum at døma ikki sama virðið og virkna á búskapin sum almennu arbeiðsplássini.
Vitanin um fíggjarkreppu og eina komandi búskaparkreppu hevur verið til staðar síðan á heysti 2008. At tað ikki skal bera til hjá landsstýrinum at sessast og leggja langtíðarætlanir, har atlit verður tikið til annað enn botnlinjuna á fíggjarlógini, er føroyskum politikki so líkt. Langsiktaði mál og tilrættalegging er ikki tað, sum sæst aftur á nøkrum økjum.
Føroya Arbeiðsgevarafelag vísir á, at felagið í fleiri umførum hevur víst á, hvussu vit halda, at tað almenna kann rationalisera. Hetta er gjørt í:
- Vinnusjónarmiðum 2002
- Strategifrágreiðing um arbeiðsmarknaðin í 2005
- Strategifrágreiðing um kapitalmarknaðin í 2005
- Strategifrágreiðing um útbúgving og gransking í 2006
Harafturat hevur hesin spurningur verið umrøddur í ársfrágreiðing felagsins seinastu nógvu árini.
Tað er umráðandi, at breiðar semjur, sum náa tvørtur um politisk mørk, verða gjørdar fyri at fáa føroyska búskapin aftur á beint.
Føroya Arbeiðsgevarafelag bjóðar seg fram at luttaka í hesum.
Annað á breddanum
Gleðilig jól og gott nýggjár
Við tøkk fyri tað brátt farna árið, ynskir Føroya Arbeiðsgevarafelag øllum sínum limum og samstarvsfeløgum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár
16. Desember. 2024 | Almenn tíðindiLærupláss: Ein spennandi og møguleikarík leið
Í farnu viku skipaði Føroya Handverksmeistarafelag fyri einum afturvendandi kunnandi tiltaki fyri næmingum á NámX. Tiltakið, ið hevur til endamáls at vísa á týdningin av læruplássi sum næsta stig í yrkisleiðini, savnaði uml. 100 næmingar, ið fingu eitt spennandi innlit í, hvat krevst fyri at sleppa í læru.
16. Desember. 2024Lógaruppskotið um Suðuroyartunnil ikki nóg búgvið at leggja fyri Løgtingið enn
Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast um, at politiska skipanin hevur tikið stig til at fyrireika eina langtíðarloysn fyri flutning til og úr Suðuroy. Lógaruppskotið er tó ikki nóg búgvið at leggja fyri Løgtingið enn
16. Desember. 2024 | Almenn tíðindi