Tá Føroya Arbeiðsgevarafelag fór undir Vinnudagin fyrstu fer, var endamálið at menna vinnuligan hugburð og økja um virðingina fyri vinnuni hjá myndugleikum og borgarum. Endamálið var eisini at geva virkjum, sum á einhvønn hátt hava klárað seg væl, eitt herðaklapp og treysti til at halda fram á somu kós.
Endamálið er framvegis tað sama, og hetta at velja Ársins Virki er framhaldandi ein týdningarmikil partur av Vinnudegnum. Hesi árini, Ársins Virki hevur verið kosið, hava hesar fyritøkur fingið henda heiður:
2000 Havsbrún
2001 Tórshavnar Skipasmiðja
2002 Vónin
2003 Vaðhorn
2004 Reyni Service
2005 Faroe Marine Products
2006 Thor
2007 Eik Banki
2008 ArtiCon
Ársins Virki hevur verið kosið á hvørjum ári, meðan Ársins Átak hevur verið kosið, tá mett hevur verið, at fyritøka ella persónur hava gjørt eitt serligt átak, sum kann vera við til at menna føroyska vinnu, uttan at hetta tó enn hevur víst seg at geva pening.
Ársins Átøk hesi árini hava verið:
2000 Ikki valt
2001 North Atlantic Fish Fair
2002 Teitur Lassen
2003 Total View, Formula.fo
2004 Atlantic Airways, sáttmálin við Aker Stord
2005 Fariga Seafood
2006 Vinnuvitan
2007 Ikki valt
2008 Decision3
Afturat at kjósa Ársins Átak og Ársins Virki hava eisini á hvørjum ári verið fyrilestrar av ymsum slag. Dagurin er soleiðis ætlaður sum eitt slag av hátíðardegi fyri vinnuni, har tað ber til at fáa íblástur og vera saman við vinnusambondum á ein óformligan og lættan hátt. Eitt vælkomið brot á dagliga arbeiðið, sum samstundis kann geva luttakarunum nakað heim við.
Hvør verður Ársins Virki og Ársins Átak 2009 verður avdúkað í Norðurlandahúsinum 25. september.
Annað á breddanum
Kjak: Eru ov nógv almenn starvsfólk, ella er privata vinnan ov veik?
Í nýggjasta partinum av poddvarpsrøðini Frí Mikrofon hjá Frihedsbrevet standa Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum, og Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum, hvør sínu megin í kjaki um vaksandi starvsfólkahópin í almenna geiranum
03. Februar. 2025Tryggja tær pláss til Aliráðstevnuna 2025
Nú kanst tú melda teg til árligu Aliráðstevnuna, har fólk í alivinnuni og onnur áhugað hittast til fyrilestrar og orðaskifti um havbúnað
03. Februar. 2025 | HavbúnaðurFøroya Arbeiðsgevarafelag og Finansforbundet handað krøv
Mikudagin 29. januar byrjaðu samráðingarnar um nýggjan sáttmála fyri starvsfólk í Føroya Banka, Trygd og Skyn
03. Februar. 2025 | Sáttmálasamráðingar