Vinnudagurin 2009: Hvat hendi í Íslandi?

21. september. 2009 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Á Vinnudegnum komandi fríggjadag fer formaðurin í íslendska arbeiðsgevarafelagnum at halda fyrilestur, har hann hyggur eftir støðuni í Íslandi og eftir, hvussu framtíðarútlitini eru.

Vilmundur Jósefsson er búskaparfrøðingur og stjóri í matvørufyritøkuni Gæðafæði. Hann er virkandi formaður í íslendska arbeiðsgevarafelagnum, Samtøk Atvinnulífsins, har hann hevur sitið í nevndini síðan 2002. Eisini hevur hann verið formaður í íslendska ídnaðarfelagnum, Samtøk Iðnaðarins, frá 2000 til 2006.
Vit vænta okkum á Vinnudegnum at fáa eina góða og objektiva mynd av, hvat hendi í Íslandi, hvussu støðan er nú og eitt boð uppá, hvat framtíðin hevur at bjóða.

Les meira um Vinnudagin á www.industry.fo

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya