Vinnudagurin 2011: Eitt sterkt vinnulív – eitt sterkt samfelag

29. august. 2011 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Skráin til Vinnudagin er nú klár.

Eitt sterkt vinnulív og eitt sterkt samfelag hanga saman. Á Vinnudegnum 2011 verða fyrilestrar, sum á ymsan hátt viðgera og lýsa hetta evnið. Eisini verða Ársins Virki og Ársins Átak kosin.
Vinnudagurin er hátíðardagurin hjá føroysku vinnuni, við áhugaverdum fyrilestrum og spennandi kjaki, har karmarnir eru snotiliga Norðurlandahúsið. Á Vinnudegnum er høvi at fáa íblástur til gerandisdagin, og ikki minst ber til at seta andlit á og tosa við kundar, veitarar og samstarvsfelagar.
Fyrilestrarhaldarar verða írski Deiric McCann, varastjóri í Profiles International, norski Sigvald Rist, stjóri í Lofotprodukt og føroyska Juanna Schrøter Joensen, sum er Ph.D. í búskaparfrøði og starvast á Handelshögskolan i Stockholm
Í kjakinum verður evnið eitt sterkt vinnulív – eitt sterkt samfelag. Vit viðgera m.a., um vit skapa nóg nógvan vøkstur til at varðveita nútímans føroyska samfelagið, og um vinnan vinnur nóg mikið av peningi. Til at kjakast um hetta hava vit fingið Ingunn Eiriksdóttir, forkvinnu í Kappingarráðnum, Johnny í Grótinum, íløgustjóri í BankNordik, og Tummas Justinussen, stjóra á Supply Service.
 
Vælkomin til Vinnudagin 2011 - melda teg til nú.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya