Vinnudagurin 2012: Heimamarknaður og heimsmarknaður

28. august. 2012 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Skráin til Vinnudagin er nú klár.

Hvar eru fyritøkur í mun til heimamarknað og altjóða marknaðin, og hvørjir møguleikar liggja fyri framman? Á Vinnudegnum 2011 verða fyrilestrar og kjak, sum á ymsan hátt viðgera og lýsa hetta evnið. Eisini verða Ársins Virki og Ársins Átak kosin.

Vinnudagurin er hátíðardagurin hjá føroysku vinnuni við áhugaverdum fyrilestrum og spennandi kjaki, har karmarnir eru snotiliga Norðurlandahúsið. Á Vinnudegnum er høvi at fáa íblástur til gerandisdagin, og ikki minst ber til at seta andlit á og tosa við kundar, veitarar og samstarvsfelagar.

Kendi danski vinnulívsmaðurin og kjakarin, Asger Aamund, fer hesuferð at halda fyrilestur um, hvussu ein fyritøka klárar seg á heimsmarknaðinum. Jóannes Niclassen, deildarstjóri hjá MT Højgaard í Grønlandi, fer at røða um menningarmøguleikar í Grønlandi. Harumframt fer Ragnar Joensen, stjóri fyri alivirksemi hjá Marine Harvest í Noregi, at hugleiða um, hvør munur er á at vera stjóri í Noregi og Føroyum.

Í kjakinum verður evnið, hvørt føroyskt vinnulív skal hava sersømdir. Eru vit nóg errin av egnum vinnulívi? Og er tað ein skylda hjá myndugleikum, vinnu og brúkara at hjúkla um føroyskar fyritøkur, egnar vørur og tænastur?  Til at kjakast um hetta hava vit fingið Malan Johansen, búskaparfrøðing, Fróði Magnussen, stjóra á Formula.fo og Árni Winther, stjóri í Árni Winther Arkitektar.

Skrá til Vinnudagin 2012 sæst her.

Vælkomin til Vinnudagin 2012 - melda teg til nú.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya