Design Uden Navn (8) (1)
Føroya Arbeiðsgevarafelag

Vinnudagurin: Fimm føroyskar fyritøkur framløgu um Artificial Intelligence

16. september. 2024 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Á Vinnudegnum fara vit at síggja hvussu partar í vinnuni í Føroyum brúka Artificial Intelligence (AI) til at loysa ítøkiligar uppgávur

Fimm føroyskar fyritøkur fara, við heitinum “AI í verki”, at hava stuttar fyrilestrar um, hvussu tær nýta AI til at loysa ítøkiligar uppgávur í sínum virksemi. AI hevur verið eitt heitt evni seinastu tíðina, men tað kann tykjast ógreitt, hvussu tøknin kann nýtast í praksis. Í hesum fyrilestrum fáa vit nú eitt greitt innlit í, hvussu føroyskar fyritøkur brúka AI til at menna og effektivisera sítt arbeiði.

Fyrilestrarnir fevna um ymiskar vinnugreinar og geva eitt breitt innlit í, hvussu AI kann hjálpa við uppgávum sum sjálvvirkandi dátugreining, framleiðslustýring og nýskapan.

Tað vera Jaspur Højgaard, Føroya Tele, Terji Nielsen, SEV, Bárður D. Christiansen, MAP Arkitektar, Arne Winthereig, Mowi og Suni Justinussen, GroAqua, sum á Vinnudegnum fara at greiða okkum frá, hvussu tey nýta AI til at loysa uppgávur í fyritøkuni.

Sí skránna her

Annað á breddanum

  1. Kjak: Eru ov nógv almenn starvsfólk, ella er privata vinnan ov veik?

    Í nýggjasta partinum av poddvarpsrøðini Frí Mikrofon hjá Frihedsbrevet standa Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum, og Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum, hvør sínu megin í kjaki um vaksandi starvsfólkahópin í almenna geiranum

    03. Februar. 2025
    Niels Suni
  2. Tryggja tær pláss til Aliráðstevnuna 2025

    Nú kanst tú melda teg til árligu Aliráðstevnuna, har fólk í alivinnuni og onnur áhugað hittast til fyrilestrar og orðaskifti um havbúnað

    03. Februar. 2025 | Havbúnaður
    Billede
  3. Føroya Arbeiðsgevarafelag og Finansforbundet handað krøv

    Mikudagin 29. januar byrjaðu samráðingarnar um nýggjan sáttmála fyri starvsfólk í Føroya Banka, Trygd og Skyn

    03. Februar. 2025 | Sáttmálasamráðingar
    Samráðingar Millum Finansforbundet Og FAG (Vika 6)