Vinnudagurin nærkast

24. august. 2009 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Aftur hesaferð verða spennandi fyrilestrar á skránni, umframt at Ársins Virki og Ársins Átak verða kosin.

Vinnudagurin 2009 verður hildin 25. september í Norðurlandahúsinum. Á skránni eru fleiri áhugaverdir fyrilestrar frá bæði føroyskum og útlendskum fyrilestrahaldarum. Eisini verða Ársins Virki og Ársins Átak kosin.
Hóast onki gjøgnumgangandi evni er fyri Vinnudagin hesaferð, so kemst ikki uttanum, at allir fyrilestrarnir onkursvegna eru merktir av teimum avbjóðingum bæði vinna og samfelag í løtuni møta.
Liselotte Lyngsø er futurist og altjóða serfrøðingur í innovatión og futurologi. Hon fer á Vinnudegnum at kunna okkum um, hvussu fyritøkur eisini í krepputíðum kunnu vera nýskapandi.
 
Ragnar Johannesen, løgfrøðingur á stóru bretsku advokatskrivstovuni Herbert Smith, setur spurningin um Foreign Direct Investment ikki er ein møguleiki í Føroyum.
 
Vilmundur Jósefsson er búskaparfrøðingur og formaður í íslendska arbeiðsgevarafelagnum, Samtøk Atvinnulífsins. Hann fer at varpa ljós á støðuna í Íslandi, og hvussu útlitini hjá landinum eru.
 
Páll Isholm, leiðari á Føroya Handilsskúla á Kambsdali, fer at hugleiða um lærdóm, og hvussu lættur – ella tungur – hann er at bera.
 

Lesið meira um Vinnudagin 2009 á heimasíðu Vinnuhúsins.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya