Vinnudagurin verður ikki í ár

31. august. 2020 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Føroya Arbeiðsgevarafelag harmast um at boða frá, at ráðiligt er ikki at halda Vinnudagin í ár.

Í 20 ár hevur vinnudagurin trúliga verið hildin ár undan ári og er vorðin fastur táttur á skránni hjá Vinnuhúsinum og vinnulívinum. Ein hátíðardagur har vinnulívsfólk og onnur áhugað hittast til gamans og álvara og fagna Ársins Virki og Vinnuátakinum.

Í ár hevur Korona spælt okkum eitt puss. 2020 er ikki sum undanfarin ár, og Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur ikki, at tað er ráðiligt at savna alt vinnulívið saman til eitt tiltak, sum kann hava vanda fyri smittuspjaðing við sær. Vit hava tó eina vón um, at hetta ikki er ein varandi støða og síggja fram til at halda vinnudagin saman við tykkum næsta ár.

Vinnudagurin næsta ár verður í Norðurlandahúsinum 1. oktober 2021.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya