Mynd'

Vinnuforum um Tórshavn sum vinnubý

04. september. 2023 | Tíðindi | Almenn tíðindi

1. september var Vinnuforum í Kongshøll, har sjóneykan varð sett á høvuðsstaðin sum vinnubý.

Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum, var ein av teimum, sum gav sítt boð uppá, hvat kann betra um vinnuligu karmarnar í Tórshavnar kommunu. Tað sum í kommunalum høpi hevur størst týdning fyri vinnuna er, at hugburðurin hjá kommunalpolitkarum og umsiting er tann rætti til vinnuligan framburð í kommununi.

Niels Winther segði, at kanningar av kommunala tænastustøðinum, sum Vinnuhúsið hevði gjørt, vístu at fyritøkurnar sum heild vóru rímuliga væl nøgdar, eisini við umstøðurnar í Tórshavnar Kommunu. Hann vísti tó samstundis á, at tað mangla vinnulig grundstykkir, bæði í ymiskari stødd og plasering. Harafturat er tað sera umráðandi at kommunurnar stykkja út til fleiri bústaðir, soleiðis at fólkavøksturin kann halda fram. Tøkir bústaðir er ein stór avbjóðing, tá fyritøkur skulu fáa nýggj starvsfólk.

Harumframt greiddi Niels Winther frá, at grundleggjandi kommunalar tænastur sum barnaansing og eldrarøkt eisini hava nógv at siga fyri vinnuna. Hesar tænastur eru ein fortreyt fyri møguleikan hjá starvsfólkum at røkja sítt arbeiði. Eisini aðrar grundleggjandi kommunalar tænastur, s.s. infrakervið, kloakering, vatnveiting og renovatión/endurnýtsla hava týdning. Hann gjørdi eisini vart við tann týdning sum kommunan hevur, fyri at fyritøkur hava møguleika fyri at skipa eina burðardygga framleiðslu.

Á skránni vóru eisini nógv onnur áhugaverd innsløg, bæði frá stórum og smærri vinnurekandi. Eisini var upplegg frá Hagstovuni, har ymisk øki í landinum vóru samanborin í vinnuligum høpi. Her kom m.a. fram at at lutfallið millum privat og alment sett í høvuðsstaðnum ikki er stórt øðrvísi enn í restini av landinum.

Annað á breddanum

  1. Starv sum samskiftisráðgevi til Vinnuhúsið

    Føroya Arbeiðsgevarafelag søkir eftir einum samskiftisráðgeva til Vinnuhúsið

    25. November. 2024 | Almenn tíðindi
    Ráðgevi2
  2. Hátíðarhald og diplomhandan í ferðavinnu í Vinnuhúsinum

    Týsdagin í farnu viku fingu næmingar í íverksetanar- og ferðavinnubreytini á NámX handað prógv í Vinnuhúsinum

    25. November. 2024 | Ferðavinna
    Námx 2
  3. LX International á vitjan í Vinnuhúsinum

    Í farnu viku vóru umboð frá Suðurkoreansku fyritøkuni, LX International, í Føroyum og kunnaðu seg um Føroyar og føroyskt vinnulív. Serliga var áhugin stórur fyri føroyskum makreli og laksi.

    25. November. 2024 | Samhandil
    Depositphotos 442622378 L