Vinnuhúsið á “Jobmatch 2015” í Norðurlandahúsinum týsdagin 29. desember

21. desember. 2015 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Aftur í ár er Vinnuhúsið við á Jobmatch, sum hesaferð hevur metstóra luttøku av fyritøkum og stovnum. Árliga starvsstevnan er staðið har vinnan, kommunurnar og almenni arbeiðsgevarin hava høvið at hitta fólk, ið eru undir lestri ella hava lokið lestur.

Vinnuhúsið er við fyri at hitta tey vitjandi og fyri at vísa á heimasíðu okkara leinkjan.fo, sum er ætlað at verða eitt amboð hjá føroyskum fyritøkum og lesandi. Endamálið við leinkjan.fo er at verða millumlið millum vinnuna og føroyingar undir útbúgving, fyri at skapa sambond, og at lesandi kunnu finna uppgávur at skriva um føroysk viðurskifti.

Í ár verður Jobmatch í Norðurlandahúsinum frá kl. 13.00-19.00 og tiltakið er ókeypis.

skrá til jobmatch her.

Annað á breddanum

  1. Aðalfundur í Handilsvinnufelagnum

    Skráin fyri aðalfundin er sambært viðtøkum felagsins

    22. Apríl. 2025 | Handilsvinna
    IMG 0559 (1)
  2. Eina skipan fyri burturkastøkið

    Gevur tað veruliga meining, at eitt lítið land sum okkara hevur tvær sjálvstøðugar skipanir? Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at tíðin er komin at samskipa burturkastskipanina í eina felags skipan

    22. Apríl. 2025
    Affald
  3. Frítíð skal leggjast til rættis í góðari tíð

    Tað er skilagott at leggja ætlanir fyri summarfrítíðina til rættis á arbeiðsplássinum longu nú

    22. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Depositphotos 272277916 Xl