Myndafrásøgn: Tveir dagar, átta fyritøkur og óteljandi góðar samrøður. Týsdagin og mikudagin í farnu viku vóru starvsfólkini í Vinnuhúsinum á virkisvitjan í Fuglafirði og á Kambsdali
Í Fuglafjarðar kommunu hava tey ikki ligið sjóvarfallið av sær. Har osar av vinnu og arbeiði, tí kommunan er ein virkin kommuna við óvanliga høgum tali av arbeiðsplássum í mun til íbúgvaratalið. Har búgva umleið 1600 fólk og heili 1000 arbeiðspláss eru á økinum.
Tað er ikki av tilvild, tí í kommununi hava tey verið frammi í skónum, tá ið tað ræður um at lofta møguleikum og gagnnýta tað, sum hevur verið fyri hondina. Har eru størv til ófaklærd, men eisini størv, sum krevja førleikar, útbúgvingar og gransking.
Vinnulívið vaknaði við sildini í 60’unum – og Havsbrún. Menningin seinastu árini bæði á bryggjuni í Fuglafirði og á Kambsdali hevur verið ótrúlig, nú fyritøkur sum Vónin, Pelagos, Bergfrost, Petur Larsen, Sandship, GroAqua og KJ eru lagstar afturat.
Tað serstaka við vinnuøkjunum í Fuglafirði og á Kambsdali er, at allar fyritøkurnar umboða ymsar liðir í matvøruvinnuni. Har eru allir liðir í framleiðsluketuni – heilt frá veiðu til fiskamjøl, frá fiskafóðuri til fyrstafloks rávøru og frá virking til goymslu.
Fleiri vilja vera við, at fuglfirðingar hava eitt serligt DNA, sum fær teir at seta stór mál og røkka teimum eftir stuttari tíð. Og tað er nakað um tað. Sum dømi kann nevnast uppisjóvarvirkið Pelagos, sum bara upp á átta mánaðir fór frá at vera hugskot til fulla framleiðslu.
Helst eru tað serliga DNA’ið og knappa lyndið, sum eyðkennir fuglfirðingar, ið gera, at vinnan í kommununi støðugt veksur, mennist og dugir at tillaga seg til skiftandi fortreytir. Hetta setti Vinnuhúsið seg fyri at fáa innlit í, tá ið starvsfólkini í Vinnuhúsinum vóru á virkisvitjan í farnu viku.
Ferðin inn í hjartað
Ferðin inn í hjartað á vinnulívinum í Fuglafjarðar kommunu byrjaði týsdagin hjá Peturi Larsen, sum var sett á stovn av navnframa manninum við sama navni, Petur Larsen, í 1971. Í dag er fyritøkan veitari av maskinum og tænastum til fiskivinnuna.
Síðani gekk leiðin til Havsbrún, sum fór undir at framleiða fiskamjøl og lýsi í 1966. Í 1981 fór Havsbrún undir at royndarframleiða alifóður, og síðani tá er alifóðurvirksemið støðugt útbygt og dagført við nýggjastu og fremstu tøknini.
Pelagos tók ímóti okkum við opnum ørmum. Her fingu vit innlit í uppisjóvarvirkið, sum bara upp á átta mánaðir fór frá at vera hugskot til fulla framleiðslu. Tað er næstan óhoyrt. Pelagos var sett á stovn í 2014, og í dag vera vørunar hjá Pelagos seldar um allan heimin.
Týsdagurin endaði á Kambsdali hjá GroAqua, har vitan, menning og praktiskt arbeiði ganga hond í hond. Í dag veitir fyritøkan hátøkniligar vørur til alivinnuna og hevur deildir og dótturfeløg í Danmark, Noregi, Skotlandi og Póllandi.
Mikudagurin byrjaði í køldu, men virðismiklu frystitunlunum hjá Bergfrosti. Bergfrost byrjaði virksemið í 1996 við tí endamáli at taka ímóti, goyma og avskipa frystar vørur frá virkjum og skipum. Bergfrost er gott dømi um, at tað er ikki alt, sum sæst uttanífrá.
Síðani gekk leiðin til Vónina, sum er leiðandi mennari og framleiðari av fiskireiðskapi og aliútgerð. Vónin hevur deildir í Noregi, Grønlandi, Kanada og Russlandi, og tað, sum byrjaði sum eitt tiltak at gera fiskireiðskap til lokala flotan í 1969, er vorðið til eina av fremstu útflutningsfyritøkum í Føroyum í dag.
Sandship eigur og rekur farmaskip og hevur høvuðsskrivstovu í Fuglafirði. Tá ið fyritøkan byrjaði, var høvuðsvirksemið at pumpa sand og ral, sum síðani varð selt til virki og einstaklingar. Sum tíðin er liðin hevur felagið ment seg, samstundis sum virksemið er økt.
Dagurin endaði hjá KJ, sum er ein fyritøka við serkunnleika í hydraulikki og maskintøkni. Fyritøkan veitir og serviserar útgerð til fiskiídnaðin, alivinnu á sjógvi og landi umframt flutningsvinnuna og byggivinnuna. Høvuðssætið er á Kambsdali, men KJ hevur deildir í Havn, við Ljósá og í Fuglafirði.
Vit fingu bæði innlit, íblástur og ikki minst góðar samrøður um framtíðarmøguleikar og avbjóðingar. Vit í Vinnuhúsinum eru takksom fyri móttøkuna og siga stóra takk fyri, at hesar fyritøkur góvu sær stundir at hitta okkum.
Keldur:
- fuglafjordur.fo
- pl.fo
- havsbrun.fo
- pelagos.fo
- groaqua.fo
- bergfrost.fo
- vonin.fo
- sandship.fo
- kj.fo