Vinnuhúsið ynskir ikki at leggja seg út í politisku viðgerðina av málinum um at tekna partapening í P/F Smyril Line, og Vinnuhúsið hevur heldur ikki havt ynski um at gera tað.
Hinvegin játtaði Vinnuhúsið at ganga eini umbøn á møti, tá fíggjarnevndin og vinnunevndin hjá løgtinginum við stuttum skotbrá bað umboð fyri Vinnuhúsið og mong onnur feløg og stovnar siga sína hugsan um aktuella málið.
Vinnuhúsið finst at tí umrøðu, sum ting- og landsstýrismenn góvu umboðunum fyri ymsa serfrøði og áhugafeløg í sambandi við aðru viðgerð av málinum. Fleiri teirra vórðu umrødd niðursetandi fyri opnari mikrofon av tingsins røðarapalli og løgd undir ikki at hava nakað skil fyri tí, tey vórðu spurd um, eins og summi vórðu skírd at siga beinleiðis ósatt ella levera bílagt arbeiði.
Vinnuhúsið var eitt av hesum umboðum, og okkara vegna skulu vit gera greitt, at Vinnuhúsið einans hevur svarað spurningum frá løgtingsnevndunum eftir bestu sannføring.
Vinnuhúsið metir tað hava grundleggjandi týdning fyri fólkaræðið og skynsemið í føroyska samfelagnum, at ein og hvør kann kenna seg tryggan at siga sína hugsan eftir bestu sannføring, tá tingnevndir biðja fólk ella umboð fyri felagsskapir meta um eitt mál. Somuleiðis undrast vit á, at formansskapurin letur ting- og landsstýrismenn harta fólk, sum ikki kunnu verja seg í tinginum.
Vinnuhúsið virðir rættin hjá løgtinginum at taka politisk atlit og politiskar avgerðir, sum ikki samsvara við metingar um skynsemi hjá serfrøðini og vinnuni, men tá eiga politikarar eisini at taka við síni ábyrgd uttan at niðurgera og sáa misálit á tey, sum einans hava svarað tingfólki eftir bestu sannføring.
Vinnuhúsið skal við hesum heita á formansskapin í løgtinginum um at greina, hvørjar siðvenjur eru galdandi mótvegis teimum, sum játta at siga sína hugsan um mál, ið tingið viðgerð.