Vinnuhúsið hevur fingið nýggja heimasíðu

16. juni. 2008 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Nýggja heimasíðan er lættari at finna runt í enn tann fyrra.


Endamálið við nýggju heimasíðuni er at gera atgongdina til upplýsingarnar á heimasíðuni betur hjá bæði limum okkara og øðrun.


Tilfarið á heimasíðuni fevnir um kunning um hvørt einstakt felag, sum heldur til í Vinnuhúsinum, sáttmálar, lønartalvur og onnur arbeiðsmarknaðarviðurskifti. Heimasíðan hevur eisini nakrar stuttar og einfaldar vegleiðingar um starvsfólkaviðurskifti.

Ikki allar upplýsingar á heimasíðuni eru almennar. Sáttmálar, lønartalvur o.l. eru almenn, meðan meiri nágreiniligu vegleiðingarnar bert eru atkomuligir fyri limir.

Vinnuhúsið hevur hvønn mánamorgun tíðindi á heimasíðuni, ið onkursvegna venda sær til vinnulívið. Til ber hjá øllum at tekna seg til at fáa tíðindabrævið sendandi við t-post.

Eisini skipar Vinnuhúsið fyri ymiskum tiltøkum, bæði skeiðum, kunningartiltøkum o.ø. Hettar verður eisini lýst á heimasíðuni leypandi.

Vælkomin á nýggju heimasíðuna www.industry.fo

 

Annað á breddanum

  1. Skilagott at stilla pensjónsaldurin

    Tað er neyðugt at stilla pensjónsaldurin í royndini at tryggja búskaparliga haldførið, men skipanin má ikki gloyma menniskjuni.

    31. Mars. 2025
    Pensjónsaldur
  2. Samskifti hevur aðalfund

    Hósdagin 3. apríl kl. 12:00 verður aðalfundur í felagnum

    31. Mars. 2025 | KT- og samskifti
    479956199 1170827671233774 7353576297619675991 N (1)
  3. Tollur tyngir útflutningsvinnuna

    Tollur er ikki bara eitt prosenttal. Hann er beinleiðis orsøk til, at føroyskar fyritøkur tapa milliónir og stríðast við ójavna kapping

    26. Mars. 2025
    Depositphotos 127678960 XL