Tað er av alstórum týdningi fyri føroyska vinnu, at orkunýtslan og sostatt CO2 útlátið minkar. Hetta er ein av niðurstøðunum, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag er komið til í frágreiðingini.
Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur í dag lagt fram fyri landsstýrinum sítt íkast til kjakið um, hvussu føroyingar skulu minka um orkunýtsluna og sostatt CO2 útlátið.
Á vári 2008 skipaði Vinnuhúsið saman við Bitland og øðrum fyri veðurlagsráðstevnuni TACC. Hetta varð gjørt fyri at fáa lýst, hvørja ávirkan CO2-útlátið hevur á veðurlagið, og hvørjar avleiðingar talan er um á okkara leiðum.
Eftir kjakið, sum stóðst eftir veðurlagsráðstevnuna, avgjørdi Føroya Arbeiðsgevarafelag, at tað er neyðugt, at hesi viðurskifti verða lýst út frá einum vinnuligum sjónarhorni. Fyri føroyska vinnu er tað sera týdningarmikið, at orkunýtslan í Føroyum er so skinsom sum gjørligt, hetta tí, at kappingarevnini hjá føroysum fyritøkum eru tengd at hesum.
Føroya Arbeiðsgevarafelag setti tí ein strategibólk at arbeiða við orku og umhvørvisspurningum, og er hesin bólkur komin við sínum tilmælum. Í strategibólkinum sótu: Bergur Poulsen, Havsbrún; Magni Arge, Atlantic Airways; Johnny í Grótinum, Føroya Banki; Viberg Sørensen, Føroya Reiðarafelag; Joel undir Leitinum, Samskip; Hákun Djurhuus, SEV; Árni Jakobsen, SMJ og Marita Rasmussen, Vinnuhúsið. Steinbjørn í Dali og Vilhjálmur Nielsen frá Bitland hava verið skrivarar hjá bólkinum.
Frágreiðingin viðger í høvuðsheitum, hvønn týdning orka hevur í ymiskum vinnugreinum, og hvussu orkunýtslan og CO2-útlátið kunnu minkast á ein hátt, so vinnan kann skapa grundarlag fyri tryggum og høgum livistøði í Føroyum.
Tilmælini, sum bólkurin er komin fram til, eru fylgjandi:
♦ at føroysk lóggáva forðar fyri, at vørur, sum ikki eru loyvdar á ES-marknaðinum, verða seldar í Føroyum.
♦ at skipanir verða gjørdar, so eisini leigubygningar verða væl bjálvaðir.
♦ at orkusýn verður kravt í sambandi við sølu av húsum. Orkunýtslan í øllum húsum eigur at verða kannað. Tá verður møguligt at mæla til skilagóðar og lønsamar íløgur.
♦ at forðingar í tí almennu fíggjarstýringini og játtanarreglunum verða tiknar burtur, soleiðis at minkanin av orkunýtsluni verður sett í fokus.
♦ at støða verður tikin til orkuveiting og fjarhitaskipan í øllum nýggjum útstykkingum og í sambandi við stórar bygningar, ið kunnu verða grundarlag fyri fjarhitanetum.
♦ at allir manningarsáttmálar verða broyttir soleiðis, at manningin luttekur í oljuútreiðslunum.
♦ at allar forðingar verða tiknar burtur, soleiðis at fiskivinnan á sjógvi fær frælsi at velja ein skilagóðan og lønsaman rakstur.
♦ at komandi tillagingar í fiskidagaskipanini verða gjørdar við tí í huga, at tær sum mest eggja skipum at brúka sum minst av olju fyri hvørt veitt tons av fiski.
♦ at broyta uppmátingarháttin av skipum, so tey hava orkubetri snið og at menna og nýta tøkni, ið kann optimera driftina av skipunum.
♦ at flogvallarviðurskiftini verða betraði beinanvegin, soleiðis at reglusemi kann betrast munandi og størri flogfør kunnu takast í nýtslu.
♦ at meiri peningur verður brúktur til gransking og menning í samstarvi við vinnuna.
♦ at boðað verður frá longu nú, at ein komandi oljuvinna sjálv skal rinda kostnaðin av antin at binda CO2 ella keypa CO2-kredittir á altjóða marknaðinum.
♦ at samhugsa stóru netbundnu orkuveitingarskipanirnar og veitararnar, soleiðis at sum mest fæst burturúr samlaða orkutilfeinginum á ein umhvørvisvinarligan og kostnaðarvirknan hátt.
♦ at orkuráð verður stovnað/endurstovnað og fíggjað t.d. við verandi oljuavgjaldi.
Frágreiðingin fæst við at venda sær til Vinnuhúsið 309900 ella belinda@industry.fo
Annað á breddanum
Gleðilig jól og gott nýggjár
Við tøkk fyri tað brátt farna árið, ynskir Føroya Arbeiðsgevarafelag øllum sínum limum og samstarvsfeløgum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár
16. Desember. 2024 | Almenn tíðindiLærupláss: Ein spennandi og møguleikarík leið
Í farnu viku skipaði Føroya Handverksmeistarafelag fyri einum afturvendandi kunnandi tiltaki fyri næmingum á NámX. Tiltakið, ið hevur til endamáls at vísa á týdningin av læruplássi sum næsta stig í yrkisleiðini, savnaði uml. 100 næmingar, ið fingu eitt spennandi innlit í, hvat krevst fyri at sleppa í læru.
16. Desember. 2024Lógaruppskotið um Suðuroyartunnil ikki nóg búgvið at leggja fyri Løgtingið enn
Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast um, at politiska skipanin hevur tikið stig til at fyrireika eina langtíðarloysn fyri flutning til og úr Suðuroy. Lógaruppskotið er tó ikki nóg búgvið at leggja fyri Løgtingið enn
16. Desember. 2024 | Almenn tíðindi