Vinnuhúsið luttekur á Fólkafundinum

17. september. 2012 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Komandi vikuskiftið luttekur Føroya Arbeiðsgevarafelag á Fólkafundinum 2012. Hetta er ein politiskur festivalur, hvørs endamál er, at politikarar, áhugafelagsskapir og vanligir borgarar sleppa at skifta orð um, hvussu samfelagið skal skipast, og hvørjir trupulleikar mugu loysast.

Ein røð av áhugafelagsskapum eru umboðaðir á Fólkafundinum hesuferð, og Føroya Arbeiðsgevarafelag verður eisini til staðar. Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, fer at luttaka á pallborðsfundi um føroyskan vinnupolitikk.

Fólkafundurin í ár verður komandi fríggja- og leygardag tann 21. og 22. september í Hoyvíkshøllini. Har fara politiskir flokkar, kommunur, vinnufeløg og áhugafeløg at hava básar, har høvi er at skifta orð og kunna seg um virksemi hjá hvørjum øðrum. Fyrimyndin er líknandi fólkafundir, ið hava verið á Gotlandi í Svøríki og á Bornholm í Danmark seinastu árini.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya