Vinnuhúsið luttók á Fólkafundinum 2012

24. september. 2012 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Føroya Arbeiðsgevarafelag luttók um vikuskiftið á Fólkafundinum, sum varð hildin í Hoyvíkshøllini og Hoyvíkar skúla. Felagið hevði ein bás í høllini, har fólk kundu vitjað og fáa meira at vita um virksemið í Føroya Arbeiðsgevarafelag og Vinnuhúsinum, og hvørjar hugsjónir Vinnuhúsið hevur fyri framtíðar føroyska vinnu.

Á myndini er Bergur Poulsen, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag, ið eisini luttók á fólkafundinum.

Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, luttók á kjakfundi um framtíðar føroyskt vinnulív saman við Johan Dahl, landsstýrismanni, Jóhan Christiansen, borgarstjóra í Eysturkommunu, og Helga Rasmussen, vinnusálarfrøðingi. Harumframt var Bergur Poulsen, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag, eisini við í kjaktiltøkum um m.a. kynskvotering í politikki og vakstrarmøguleikar í føroyskum vinnulívi.

Fólkafundurin var eitt gott høvi hjá vinnulívsfólki og politikarum at kjakast um framtíðar møguleikar og útlit í føroyskum vinnulívi.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya